Lýsing
Lýsing

25 ár síðani tyrluvanlukkuna á Borðoyarvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.12.2017 - 23:31 Tíðindi Vinna

Tað var Karl Johansen, táverandi politistur og nú sýslumaður, ið fyrstur boðaði frá at eitthvørt var gali við tyrluni.

Tyrlan var í sjúkraflutningsørindum ímillum Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið.

Um tað hann hoyrdi mikukvøldið 16. desember í 1992 segði við Norðlýsið, var millum annað hetta: "Karl Johansen, politistur sum býr á Norðoyri.... hann sigur at hann var heima og at vindeygað var opið suðureftir, hann hevði fyrr um kvøldið hoyrt tyrluna og hoyrdi hana nú aftur koma inn eftir víkini.

Men sigur Karl, tá eg hevði hoyrt hana eina løtu, fór eg at undrast, tí fyri mær ljóðaði tað, sum um at tyrlan fleyg í klingur suðuri ímóti Núpinum. 

Eg fór út í vindeygað at hyggja, men tað var so tjúkt í kavaroki, at tað var ómøgulit at síggja nakað.

Beint tá var tað sum um at onkur tók stykkið úr á tyrluna og alt var kvirt. Eg hoyrdi onki buldur ella nakað tílíkt. Eg var beinanvegin greiður yvir at eitthvørt var hent tyrluni og tí setti eg meg í samband við politiið beinanvegin.

Politiið fekk beinan vegin váttan um, at tornið á flogvøllinum hevði mist sambandið við tyrluna og so var leitingin sett í verk.

Fimm fólk lótu lív í syrgiligu vanlukkuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…