Lýsing
Lýsing
Lýsing

At tala Roma ímóti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.12.2017 - 07:00 Leiðarin Tíðindi

“Norðoyingar eru so lokalir!”, verður stundum sagt. Serliga klaksvíkingar skulu eitast fyri at vera lokalir. Og tað eru teir eisini, tá ið tað kemur til ítrótt, tónleik, samanhald og vinnulív. Men á politiska økinum er hetta við at verða broytt. Floksleiðslurnar hava fingið meira at sagt, og samstundis kenna tingfólk størri trúskap mótvegis teimum enn sínum veljarum og valfeløgum.

Tá Føroyar blivu eitt valdømi í 2007, varð hetta spátt at gerast gongdin. Valfeløgini kring landið fóru at gerast veikari, og politikararnir fóru at seta gørnini har, sum torvurnar eru tjykstar. Nú 10 ár seinni er sjón fyri søgn; politikarar kring landið gera, sum teimum er álagt av toppinum í flokkinum. Suðuroyartingmenn eru framvegis undantøk, men annars er hetta myndin.

Í málinum um fiskivinnunýskipan hava tingmenninir í Suðuroy vágað sær at sett krøv. Fyri tað eru teir skírdir vargar. Men tað hevur loyst seg so ómetaliga væl fyri teir at vera vargar, at teir leggja neyvan tað stóra í at hava fingið tað heitið. Suðuroyar Sjúkrahús fær nýggja útgerð, og tað er uttan iva suðuroyartingmonnunum fyri at takka, at uppboðssølan er minkað niður í 15%.

Í Norðoyggjum stendur verri til. Norðoyggjar hava í løtuni heili 6 tingfólk, fýra í andstøðu og tvey í samgongu. Eitt av andstøðutingfólkunum hevur fingið nakað ígjøgnum fyri Norðoyggjar, nevniliga eina meirjáttan til Klaksvíkar Sjúkrahús og eina til Tekniska Skúla í Klaksvík.

Samgongutingfólkini í andstøðuni, ið koma úr Norðoyggjum, hava ikki fingið nevnivert fyri sín stuðul til fiskivinnunýskipanina. Jónleif Johannesen gjørdi eitt upplop í november, har hann segði seg vera ivasaman, men tykist hava sligið seg til tols við støðuna nú, uttan at hava fingið nakað broytt í uppskotinum, og uttan at hava fingið nakað annað afturfyri heldur. 

Stýrisskipanarlógin sigur í síni §23, at “Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.” Tað er tí týðiligt, at tingfólk gera onki skeivt við ikki at arbeiða fyri sínar veljarar ella sítt lokaløki. Men tað stendur heldur onga staðni, at løgtingsmenn eru bundnir av forskriftum frá formonnum sínum.

Óansæð hvussu leikur ferst til 3. viðgerð, stendur eftir, at norðoyatingfólkini hjá samgonguni hava verið veik í hesum stórmálinum um fiskivinnunýskipan, meðan stóru vinnararnir hesa ferð gjørdust suðuroyartingmenninir báðir. Tí teir tordu at seta Roma krøv.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund