Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samfelagið fær timburmenn av Kristinu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.12.2017 - 14:00 Leiðarin Tíðindi

Almenni útreiðsluvøksturin er so stórur sum hann ikki hevur verið síðani tey villu 1980’ini. Hetta svarar til at lata vatnið í buksurnar. Tað fløvar eina stutta tíð, men síðani kemur ein nógv longri tíð, har vit skulu liva við avleiðingunum. Útreiðslurnar vaksa alt ov nógv alt ov skjótt, og tað sær ikki mætari út enn at vit verða stýrd beinleiðis út í eina kreppu.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er arbeiðsgevari vegna Føroya fólk. Hennara uppgáva er, saman við Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, at seta og løna tey fólk, sum eru neyðug fyri at halda samfelagnum koyrandi, tað veri seg innan sjúkrarøkt, undirvísing, barnaansing v.m. Ein tann mest krevjandi uppgávan er at føra samráðingar við tey umleið 30 fakfeløgini, og her hevur hon longu gjørt fleiri sjálvmál.

At fara út tann 30. september og melda út, at Landskassin hevur 408 milliónir í avlopi í einum uppskoti var óheppið. Øll vita, at tað er løgtingið, sum ger fíggjarlógina, og at hon sær heilt øðrvísi út í desember, ikki minst tí at almennu lønarsamráðingarnar enn ikki hava verið, og flestu sáttmálar ganga út 1. oktober. Landsstýriskvinnan kundi tí diskret sent uppskotið niðan í tingið.

 

Klossut landsstýriskvinna

Tá man meldar soleiðis út, kann man vænta størri krøv, og her gjørdi landsstýriskvinnan 2. sjálvmálið. Hon fráboðaði at ávísir fakbólkar kundu vænta eitt “lønarlyft”. Hetta gjørdi hon sum politikari og ikki sum arbeiðsgevari, og endaði tí í konflikt við seg sjálva. Alt tókist tó at anda friður, tá Starvsmannafelagið avtalaði ein sáttmála við lønarhækking í krónum, men hon hevði gjørt rokning uttan vert, um hon helt at onnur glaðbeint fóru at góðtaka tað sama.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir tóku landsstýriskvinnuna uppá orðið, bæði tá hon segði, at teir høvdu uppiborið eitt lønarlyft, og tá hon segði at Landskassin var á tremur. Í november rakti fyrsta verkfallið heilsuverkið meint, og tað bleiv alsamt hert, inntil landsstýriskvinnan innfríaði sítt lyfti og gav eina lønarhækking, sum munaði. Sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu her og nú millum 1.000 og 1.500 krónur í lønarhækking, og endalønin hækkaði heilar 5.000 krónur! Fyri landskassan merkir hetta 13 milliónir í meirútreiðslum fyrra árið og aðrar 13 milliónir í meirútreiðslum seinna árið.

Her hugsaði landsstýriskvinnan seg allarhelst ikki nóg væl um. Tí omanfyri 20 fakfeløg eru framvegis eftir, og tað er sjálvsagt, at tey fara at ynskja á leið somu hækking. Ið hvussu er tey, sum hava sambæriligar umstøður, og av hesum hava lærarar og pedagogar líknandi útbúgving á bachelorstøði. Føroya Pedagogfelag er í løtuni í verkfalli, og teimum á baki koma Heilsurøktarafelagið, Føroya Lærarafelag og mong onnur. Vit kunnu vænta ein øgiligan turbulens á almenna arbeiðsmarknaðinum komandi árið.

 

Fakfeløgini hava trumfirnar

Fyrsta stikkið spældu Jan Mortensen og Kristina Háfoss væl. Men tað næsta varð illa spælt, og nú er líkt til at tað triðja verður eins og tað næsta. Landsstýriskvinnan hevur tosað í kortum, tá hon segði yvirskotið vera so og so stórt, og at ávísir løntakarar hava uppiborið eitt lyft, og við hesum hevur hon gjørt spælið hjá Jan Mortensen súrt.

Illa ber til at siga nakað ilt um fakfeløgini, tí tey gera júst tað, sum tey skulu, og sum teirra limir vænta av teimum. Tey fáa eisini stuðul úr øllum heraðshornum. Sjálvt Starvsmannafelagið, ið helst fær tann vánaligasta sáttmálan, er úti og stuðlar hinum fakfeløgunum í sínum krøvum.

 

Frystir blokkin og økir útreiðslurnar

Í oktober 2016 legði Kristina Háfoss uppskot fram um at fastfrysta blokkstuðulin fram til 2019. Í bestu uppgongdstíðum skulu vit sostatt taka ímóti 641.800.000 krónum úr Danmark á hvørjum ári at reka okkara samfelag fyri. Uppskotið bleiv samtykt. Samstundis læt sama landsstýriskvinna slúsurnar upp, soleiðis at almennu útreiðslurnar økjast ógvusliga – bara í 2016 við heili 9 prosentum! Hetta ger, at vit blíva meira heft av inntøkum landsins, herundir blokkstuðlinum, og samstundis, at landsins kappingarføri versnar.

Ein kann undrast á, at í eini tíð við metlágum arbeiðsloysi, metlágum ójavna og metlágari skuld, skal díkja meira á almenna lokomotivið. Fólkatalið hevur eisini sett met, hundraðtals nýggj størv eru komin, men tað tykist sum um Kristina Háfoss bara lempar meira kol í maskinuna, hóast neistarokið stendur frá tokhjólunum.

Útreiðslurnar eru øktar við 250 milliónum, andstøðan sigur væl hægri, frá 2015 til 2017, og við verandi samráðingarleisti hjá Fíggjarmálaráðnum er líkt til, at vøksturin verður nógv hægri. Allur tann almenni geirin verður meira tengdur at landskassanum og harvið eisini av blokkstuðlinum og hetta fer at gera tað sera torført at gera Føroyar búskaparliga sjálvbjargnar í framtíðini. Ikki minst tí at kappingarførið hjá Føroyum minkar tilsvarandi. Og alt hetta hendir við eini tjóðveldiskvinnu við róðrið.

Antin má landsstýriskvinnan taka eitt heilt annað skinn um bak, ella má hon skiftast út. Annars endar tað heilt galið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…