Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Amatørføroyingar og kjaftaslit!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  19.12.2017 - 19:09 Bloggur Tíðindi

Sum ein útiseti, ið tekur lut í almenna føroyska orðaskiftinum, fær ein mangan viðmerkingar á t.d. Facebook og Messenger. Tað er, sum tað eigur at vera, og tað ger tað at skriva og viðmerkja alt meira áhugavert og avbjóðandi. Men um vit, sum loyva okkum at fara í blekkhúsið, av røttum bara kunnu skírast amatørforoyingar, frítíðarføroyingar ella tjóðskaparnassarar, ella at vit eiga at halda kjaft, tí vit ikki hava bústað ella gjalda skatt í Føroyum, tað veit eg nú ikki reiðiliga!

Tí um so er, so nærka vit okkum onkrum slagi av heimføddari nationalismu, ið sigur at skilagóðar meiningar bara eru galdandi, um tær eru tonktar í Føroyum, innanfyri tólv fjórðinga sjómarkið. Sjálvur plagi eg at svara, at so leingi sum eg eri við til at gjalda fyri blokkin, plus allar aðrar ríkisgoldnar tænastur í Føroyum, so kann eg kanska loyva mær at seta meg við skrivipultin av og á. Men, tað er helst eitt vánaligt argument, tí talufrælsi er uttan mørk, eisini landamørk.

Men eg sigi bara: Guð forbarmi seg fyri føroyingum, um útisetar og danir ikki høvdu sýnt føroyska málinum og føroysku tjóðini áhuga! Tað var, ikki minst, í umhvørvinum kring Rundatorn og Trinitatis-kirkju á gamla Garðinum, at føroyska tjóðskaparkenslan vaknaði. Og meðan føroyingar stríddust ímóti móðurmálinum, stríddust útisetar (Dahl o.a.), og onkur dani eisini (Svend Grundtvig og Gudmund Bruun) fyri føroyska málinum. Fyri nú bara at nevna nøkur.

Tað er ikki heilt tann kolasvarta lygn at siga, at danir nærmast noyddu fríhandilin inn á føroyingar, og at ein danskur kennslumálaráðharri var fyri føroyskum sum skúla- og kirkjumáli, meðan føroyingar av øllum alvi royndu at forða fyri teimum.

Vit illavorðnu amatørføroyingar plaga at siga, at føroyska samvitanin varð borðin í heim kring Rundatorn, Trinitatis og á Garði í Keypmannahavn. Nú eru allar lygnir helst lygnir við modifikatiónum, og flestu sannleikar kanska eisini sannleikar við modifikatiónum. Men, tað er nakað um tað: Føroyar blivu eindurreistar (gitnar) í Keypmannahavn, í Kongens Kiøbenhavn. Heldur ikki kendi jólafundurin í Tinghúsinum sleppur undan sínum ánum í København!

Haldið so kjaft, útisetar! Og gleðilig jól, øll heimabúgvandi um allan heim, uttan mun um tit gjalda skatt í Føroyum ella ei!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…