Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gleðilig jól og gott nýggjár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.12.2017 - 12:10 Leiðarin Tíðindi

Aldargamla lokalblaðið í Norðoyggjum fekk 16. februar 2017 nýggjar eigarar. Vit tríggir, feðgarnir Jóannis og Palli Skorheim hava tikið yvir, men lesarin skal ikki óttast, at blaðið broytir stevnu fyri tað. Norðlýsið fer eisini framyvir at vera einasta lokalblaðið í landinum.

Millum fyrrverandi blaðstjórarnar á Norðlýsinum teljast sera navnframir føroyingar, eitt nú rithøvundarnir Óli Dahl og J. Símun Hansen, prestur Bergur Jacobsen, løgmaður Hákun Djurhuus, varaskúlastjóri Eigil Hentze og seinastu 40 árini hevur tað verið Oliver Joensen. Tað sigur seg sjálvt, at tað krevur nógv at lyfta arvin eftir so mætar menn, men vit eru farnir undir uppgávuna við eldhuga. Uttan at samanbera okkum annars, hava vit tað til felags við hesar, at hjartað bankar líka hart fyri Norðoyggjum.

Í allarfyrsta blaðnum skrivar fyrsti blaðstjórin, Símun P. Zachariassen, at “Det er ikke Hensigten at Bladet skal være et partipolitisk Organ; men vi vil gerne give Plads for Artikler (uanset fra hvilken Lejr de kommer), som kan hava Betydning saavel for vor aandelige som materielle Udvikling.” og hesa linjuna halda vit treytaleyst fast við. Norðlýsið hevur havt blaðstjórar úr ymiskum politiskum flokkum, men tíðindaflutningurin verður ikki litaður av hesum. Einasta litingin er av at vera eitt lokalblað.

Tíðirnar broytast, og tað skulu tær eisini. Eysturoyggin og Norðoyggjar hava sera nógv til felags, og við Norðoyatunlinum vórðu tey endiliga bundin saman í 2006. Hesi bæði økini vóru felags um at seta á stovn Klaksvíkar Sjúkrahús, og felagsnevnararnir í dag eru fiskivinna, mentan og ítróttur. Á hesum trimum økjunum eru Landnyrðingsføroyar lokomotivið í øllum landinum.

Sum lesarin hevur varnast, hevur Norðlýsið fingið eina nýggja og dagførda heimasíðu í ár. Vónandi heldur lesarin hesa vera uppaftur betri enn ta farnu. Í hesum sambandi er avtala gjørd við nøkur fólk um at skriva bloggar, og annars er innihaldið tað sama og vælkenda. Tað, sum riggar, verður ikki broytt. Tað er okkara vón, at lesarar og lýsarar taka væl ímóti nýggja sniðinum. Vit hava í hyggju at menna okkara miðil enn meira í 2018 – hetta arbeiði heldur aldrin uppat.

Hetta er blað nr. 40 í ár og samstundis seinasta blaðið í 2017. Fyrsta blað í 2018 kemur út mikudagin 10. Januar. Stjórin vil við hesum ynskja øllum klaksvíkingum, norðoyingum, eysturoyingum, føroyingum, útisetum og útisiglarum eini góð og gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB