Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Meðan vit bíða eftir dómadegi

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  29.12.2017 - 15:50 Bloggur Tíðindi

Vit eru mong, ið bara fáa tíðindi frá loftbornu miðlunum, alnótini og KvF, og sum als onki skil hava fyri fiskivinnuni, hóast vit eru uppvaksin millum útróðramenn, skipsmenn og fiskafólk, og kanska enntá verið einar tveir túrar til skips. Úr tí vit lesa og hoyra, noyðast vit at sanna, at spádómanir um útlitini í samband við nýggju fiskivinnuskipanina eru sera daprir. So daprir, at tað ljóðar eins og dómadagur er í nánd: Skip verða løgd, virkir stongd og bygdir avoyddar. Alt í alt, lítið hugalig útlit.

Á Skarvanesi plagdu tey at siga: ”Man kann onki siga, tá man onki veit!”, sum helst var ein hóvligur háttur at siga: Um tú ikki veitst hvat tú tosar um, halt so kjaft!

Men ivandi, óvitandi og spyrjandi sálir kunnu onkuntíð vera sum lýsi á brotasjógv, og slætta froðuna so frægt, at til ber at tosa saman. Tí tað, sum fyri okkum óvitandi og uttanífráskoðandi, tykist at vera trupuleikin í føroyska orðaskiftinum, tað er, at allir partar eru sannførdir um, at teirra meining er tann einasta meining nøkur meining er í; at allir bólkar eru sannførdir um at teir, og ongin annar, hevur fyngið lykilin til allan sannleikan! Og soleiðis endar øll samtala og allar royndir til semju. Og soleiðis støðgar eisini øll demokratisk siðvenja, sum er tað at lurta, hugsa og at tosa saman. Eg havi áður nevnt hettar, at eg dugi illa at ímyna mær, at ein føroysk stjórn, við vilja, fer at skapa eina fiskivinnunýskipan, ið hevur til endamáls at beina fyri føroysku fiskivinnuni, at oyða virkir og bygdir, og so framvegis.

Hetta sigi eg, samstundis sum eg veit, at tað er mong erkadømi um, at politikarar við tí besta í hygggju, av ideologiskum orsøkum, hava beint fyri londum og blómandi búskapum, t.d. milliónirnar, ið doyðu undir landbúnaðar- og vinnuroyndunum hjá Mao og mongu fiaskofyritøkurnar hjá mongum afkrikanskum frælsishetjum. Man kann onki siga, tá man onki veit.

Kanska hevur sitandi samgonga til endamáls at beina fyri føroyska fiskivinnuídnaðinum – at legja skipini, stongja virkini og oyða bygdir! Hvør veit? Sjálvur dugi eg illa at ímynda mær, at ein stjórn/samgonga, har um ikki annað, minst ein av limunum er hampuliga normalur, kundi funnið uppá slíkt? Í mínum naiviteti velji eg at trúgva, at samgongan eisini hevur okkurt gott í hyggju, hóast tað mangan er langt frá skriviborði til veruleika, og skúlabøkur ikki altíð kunnu nýtast bókstavliga á skipsdekki ella í vinnufyritøkum.

Føroya søga er nú eisini eitt erkadømi um afturhald og daprar spádómar. Fríhandilin skuldu gera enda á Føroyum. Føroyskt sum skúlamál var næstan sum verdens undergang. Tá ognarleys kundu fáa høvi til at dýrka traðir av kongsjørðini, helvtina av árinum, kundi eisini tað gerast endin á føroysku bóndastættini. Tá trolaramenn kravdu at sleppa at ganga seks og seks, heldur enn at arbeiða seg til deyðis, skuldu tað eisini blíva endin á trolaravinnuni. O.s.fr.

Kanska, kanska, so verður dómadagur ikki so ræðuligur, sum vinnan og virkisfeløg spáa? Vónandi, vónandi ikki! Men, eitt hava allar royndir víst, og tað er, at tað ber ikki til at seta eina stórbroyting í verk eftir fjúrtan døgum – ein stórbroyting sum fiskivinnunýskipanini helst er, skal hava í minsta lagið 12 mánaðir til at setast í verk í, annars verður talan um skrumbul! So mikið skilja vit fávitsku, hóast alt, sjálvt um man onki skal siga tá man onki veit!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld