Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Jerusalem, Jerusalem!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  31.12.2017 - 11:50 Bloggur Tíðindi

Í Føroyum frøast mong um, at amerikanski forsetin júst hevur valt at góðkenna Jerusalem sum høvuðsstað ísraels. Og at hann samstundis hevur hótt nøkur tilafturskomin lond til at taka somu støðu, tí han hevur hótt við at taka menningarstuðulin frá teimum, sum ikki stuðla honum í hesi avgerðini.

Trump hevur ikki góðkent Jerusalem sum høvusstað Ísraels fyri at tæna Ísrel og fólkinum har, men gjørdi tað fyrst og fremst fyri at tekkjast sínum egnu veljarum í amerikanska bíbliubeltinum, eins og jødiskum lobbyistum. Avgerð hansara er ikki fyrst og fremst uttanríkispolitisk, men heldur reint innanríkispolitisk – atkvøðufiskarí ella valagn. Tey sum soleiðis frøast um at Trump hevur góðtikið Jerusalem sum høvusstað Ísraels, eru eisini samstundis av teirru áskoðan, at hann soleiðis hevur gjørt Guðs ríki eina tænastu, at hann hevur meðvirkað til, at fornir spádómar í Gamla Testamenti eru vorðnir ein veruleiki.

Onkusvegna halda tey, at Jerusalem og landið Ísrael, sambært kristnari læru, framvegis hevur eina serstøðu í frelsunarætlan Guðs. Jerusalem og Ísrael fara altíð at hava eina serstøðu í kristna hugaheiminum, tí hetta er søguliga umhvørvið, har søguligi persónurin Jesus livdi og virkaði. Men staðurin Jerusalem hevur ikki longur tann høvuðsleiklut í kristnitrúnni, sum hann hevur (ella einaferð hevði) í jødadóminum.

Øll Kristus-hendingin er í veruleikanum eitt brot við gamla jødadómin. Gamla Testamentið er vissuliga baktjaldið til Jesu læru, og tað er haðani at vit vita, hvør Jesus er. Men tá Jesus segði ”eg sigi tykkum”, setti hann jødadómin til viks, tí nakað nýtt – hann sjálvur – var komið í staðin. Sambært Nýggja Testamenti er Jesus alt tað, profetarnir spáddu um. Hann var (er) templið og nyggja Jerusalem. Við uppreisnini og himmalsferðini er átrúnaður okkara ikki longur knýttur at nøkrum staði her á jørðini.

Nú er tað hin tríeindi Guð, sum er allastaðni, eisini innaní okkum, sum er miðdepilin ella málið í kristnari trúgv. Hetta kemur millum annað týðiliga til sjóndar í samrøðuni millum Jesus og samaritansku kvinnuna við brunnin í Sikar. Hon spyr Jesus, hvar tað er rættast at tilbiðja Guð, á Gerizim-fjallinum ella í Jerusalem (sum eisini er eitt fjall)? Jesus svarar henni, at ”tann stund kemur, tá ið tit hvørki á hesum fjallinum ella í Jerusalem skulu tilbiðja Faðirin. [...] tann stund kemur, ja, hon er longu nú komin, tá hinir sonnu tilbiðjararnir skulu tilbiðja í anda og sannleika ...”.

Persónligt trúvirði, heldur enn geografi, er tað sum nú ræður um í guðsviðurskiftunum. Ongin viðger brotið við templið, Jerusalem og gamla jødadómin greiðari enn erkajødin Matteus evangelistur, tá hann í samband við deyða Jesusar sigur at:” forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum ...” Her sigur hann, at leikluturin hjá jødiska høvuðsprestinum og templinum nú var av með alla.

Nú eru guðsviðurskiftini ikki longur staðbundin, men eini beinleiðis, staðarleys og tíðarleys viðurskifti millum hin einstaka og Skaparan. At geva núverandi amerikanska forsetanum ein leiklut í frelsunarætlan Guðs, meti eg í besta føri at vera tvætl, og í ringasta føri ókristiligt. Jesus og Paulus høvdu ikki longur brúk fyri gamla templinum og Jerusalem! Hvørji eru so vit, at frøast um og takka Guði fyri at Trump nýtir Jerúsalem og Várharra, sum innanríkispolitiskt valagn og uttanríkispolitiskt jarnbrot?

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Sólfinn Hansen
cand.mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 og starvast á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fíggjarstýringin hjá býráðsmeiriluta­num…
Kølið í dag
Regionaliserað Posta
Bill spyr um fígging til grund­stykkir
Jógvan spyr um navnanevndina
Dart: Lýdia og Petur vunnu
Ótrygt at vera sjúkur í Føroyum
Svanareiðrið eigur dýrasta veðrakjøt í l…
Sundskarð á ferð
Haruhagar­nir í Árnafirði
Haruskjóting - Múlahagi
KÍ spælir á Skála um FM í morgin
Boðini undir metingini
Norðlýsið tippar: Tummas Lervig landsstý…
Jákup B rokfiskiskap undir Føroyum
Treysti: Børnini byrja innandura í morgi…
Myndarøð: Sjálvstýri aðal- og landsfund…
Poul F. 120 ár – stór konsert í Norðurla…
Kappingarsam­felag, búskapur og umhvørvi
Meirvirði í avskurði av fiski