Lýsing
Lýsing

Fagrir flosklar gamlaárskvøld

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  02.01.2018 - 13:30 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Løgmaður helt eina góða røðu gamlaárskvøld, um hugt verður burtur frá førda politikkinum hjá sitandi samgongu. Og fyri fjøldina av føroyingum, sum ikki fylgir við tí sum ferð fram á Føroya Løgtingið, var røðan uttan iva framúr góð.

Í veruleikanum hava føroyingar ongantíð áður uppliva ein politik, sum skapar slíka spjaðing, sum tann politikkur, sum samgongan hjá sitandi løgmanni stendur fyri.

 

Tann 20. apríl 2013 boðaði Aksel V. Jóhannesen frá á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum, at ”Javnaðarflokkurin fer ikki aftur í samgongu við Fólkaflokkin so leingi, eg eri formaður!”

Hetta gjørdist byrjanin til politiska landslagið vit kenna í dag. 

Aksel V. Jóhannesen hevur hildið sítt lyftið og hevur samstundis stigmatisera, happa og útihýst umleið einum fjórðingi av veljarafjøldini, sum sambært seinastu veljarakanningunum veksur í stórum, og kanska longu nú er væl á veg at umboða ein triðing av føroysku veljarafjøldini.

Hesar gerðir løgmanns standa í stórari andsøgn til føgru orð løgmans, sum vóru sjónvarpað úr pyntaðu pakkhússtovuni í Tinganesi:

….. Vit hava mangan latið tað, sum er øðrvísi, - og í okkara eygum negativt - rátt fyri, hvussu vit hava sæð hvør annan. Hetta forðar fyri samstarvi, tí tá síggja vit ikki eginleikarnar hjá teimum, vit umrøða - og tey fáa heldur ikki víst okkum, hvat tey hava bjóða……

  

Lógarfestur mismunur klaksvíkingum og havnamonnum

Í røðu síni legði løgmaður stóran dent á at føroyska samfelagið er ein eind.

….Men… vit eru bara 50.000 fólk í Føroyum. Vit hava ikki ráð til at býta okkum so smátt sundur í “okkum” og “tey”. Í stóru myndini er jú bara ein bólkur í Føroyum - og tað eru “vit”……

 

Norðlýsið var vitnið til feigdarløtuna í løgtinginum tann 12. desember, tá endalig semja bleiv varð gjørd í samgonguni um lógaruppskot, sum er ætlað at nýskipað føroysku fiskivinnuna. Boðini um semjuna til okkum miðlafólk, sum sótu í miðlarúminum í tinghúsinum hendan týsmorgunin, vóru ikki borin av samgonguleiðaranum, Aksel V. Jóhannesen, ella Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Boðberin var eingin annar enn næstformaðurin í Javnaðarflokkinum og sjálvur næstformaðurin í formansskapi løgtingsins, Heðin Mortensen, sum eisini er býráðslimur í Tórshavnar býráð. Ovurfegin greiddi hann miðlafólkunum frá at nú hevði Havnin fingið nýggj fiskirættindi, og vísti hann okkum seinasta brotið í broytingaruppskotinum, sum júst varð framlagt av samgongu umboðunum í Vinnunevndini hjá løgtinginum. Broytingaruppskotið kom í somu løtu út á heimasíðu løgtingsins: 

. ..... Kvotur sambært § 60 kunnu latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella til øki við støðugt minkandi fólkatali. Sum støðan er í dag kann nevnast, at í Norðstreymoy, Suðurstreymoy og í Vágoy er atgongdin til tilfeingi avmarkað, ímeðan Suðurøkið – Suðuroy og Sandoy – hevur minkandi fólkatal og partar av økinum lutvíst hægri arbeiðsloysi. Norðuroyggjar, Eysturoy og restin av landinum eru sjálvsagt eisini fevnd av ásetingini, í tann mun økini lúka settu treytirnar.......

 

Hendan seinasta broytingin, sum løgtingslimir høvdu skrivað sum vegleiðing fyri tey, sum skulu umsita lógina, ger beinleiðis mun á borgarum landsins alt eftir hvar í landinum tú býrt. 

Reglurnar sum samgongan bygdi sína nýskipan á, nevna ikki føroyingar sum ein eind, men sum bólkar ið eru heimahoyrandi í ymiskum lanspørtum. Summir landspartar fáa beinleiðis lut í fiskatilfeinginum, meðan aðrir borgarar, sum búgva í øðrum landspørtum, fáa bert atgond til tilfeingið tá/um ávísar treytir verða uppfyltar.

 

Sambært tí sum Heðin Mortensen, næstformaður í Javnaðarflokkinum, vísti okkum á, er ætlanin við menningarkvotunum at geva sokallaðum “nýggjum aktørum”, íverksetarum og øðrum við ítøkiligum verkætlanum ein møguleika at fáa part av fiskatilfeinginum. 

Men hetta er ikki fyri allar føroyingar, tí í vegleiðandi viðmerkingunum verður gjørt greitt at íverksetarar og aðrir “nýggir aktørar” í norðoyggjum og Eysturoynni eru fráskorðin lut í menningarkvotunum, uttan so at (....í tann mun økini lúka settu treytirnar....).

Treytirnar eru sambært viðmerkingunum (...øki við støðugt minkandi fólkatal......har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, ...)

Við øðrum orðum kunnu íverksetarar og “nýggir aktørar” sum búgva í Norðoyggjum og Eysturoynni einans fáa part av menningarkvotunum, um fiskivinnan í økinum fer fyri bakka ella arbeiðsloysið veksur munandi ella um  fráflytingin úr økjunum av álvara fer at taka til.

Ongantíð áður hevur løgtingið við lóg skapt slíkan mismun og slíkan ójavna og beinleiðis gjørt mun á føroyingum, sum búgva í Havn og í Klaksvík ella í Runavík og á Tvøroyri. Tá Norðlýsið bar tíðindini um politisku semjuna kom røringur í inni í lítla glæs-miðlarúminum í løgtingshúsinum. Miðlafólkini frá KVF høvdu ilt við at trúgva tíðindunum á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, men miðlafólk úr Miðlahúsinum kundi vátta tíðindini og so komu tíðindini út á in.fo og aðrar portalar.  Eftirfylgjandi  royndu miðlafólk hjá KVF í tíðindasendingini at spyrja inn til nevnda tekstin, sum var seinasta broytingin í broytingaruppskotinum, ið var sjálvt grundarlagið undir politisku semjuni.

At menningarkvoturnar bert eru ætlaðar ávísum økjum í landinum ger næstformaðurin í Javnaðarflokkinum greitt í eftirfylgjandi tíðindaskrivi hann sendi miðlunum:

.....Í gjár samtykti løgtingið endaliga løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi. Í hesum sambandi í § 60 kunnu menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum økjum í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið á hesum økjum er stórt, fáa menningarkvotur. Beinleiðis økir eru nevnd í uppskotinum, og er Suðurstreym eitt av hesum økjum, sum skulu mennast og geva møguleikar fyri hesum fiskavirksemi.....

At lokalpolitikkarar í Suðurstreymoy fegnast um politisku semjuna, er eyðsæð, og m.a. skrivar Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð, soleiðis beint undan jólum:

...Samstundis eri eg takksamur fyri, at løgtingslimir úr Havnini hava bart fyri at fáa kvotur til Havnar. Tað er ordiliga gott, at landspolitikarar úr Suðurstreymi eru farnir at hugsa um Havnina og um, at Løgtingið eisini skal hava Havnina í huga í teirra arbeiði.....

Spell at vit ikki kunnu siga tað sama, sum Bogi Andreasen, um norðoya- og Eysturoyar tingfólkini í samgonguni, ella um Føroya Løgmann, sum í nýggjársrøðuni annars legði dent á at hann var minst líka nógv klaksvíkingur, sum havnamaður?

Í øllum føri hevur løgmaður og miðlaráðgevi hansara í Tinganesi mett tað verða alneyðugt, at minna veljaran á at løgmaður einaferð búði í Klaksvík við at endurtaka vælkendu kliseina:

“Eg eri klaksvíkingur í Havn, men havnarmaður í Klaksvík.” 

 

Tað er alneyðugt at serrættindi sum lógin um fyrisiting av sjófeingi gevur borgarum í Suðurstreymoy verða broytt, so skjótt løgtingið er liðugt at halda jólafríð.

Føroya Løgmaður hevur fullan rætt til at spreiða um seg við lántum sitatum, men minsta kravið má verða at orð fylgja gerðum – serliga tá talan er um Føroya Løgmann.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…