Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tøkk til Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen, avvarðandi  |  10.01.2018 - 21:21 Lesarabrøv Tíðindi

Í hesum døgum, har stjórin á Almannaverkinum verður lagdur undir bæði líkt og ólíkt, kann eg sum avvarðandi ikki tiga longur.

Í tíðindasending hjá KVF á nátturða 9. januar royndi útvarpskvinna í besta Lucky Luke stíl, at “skjóta mannin til avlívs”, tí hesin í ávísum máli, hevði nýtt orðið “varetægt”, sum, sambært útvarpskvinnuni, bert hevði tann eina “týdningin”. Ja, í heilar 5 minuttir fór hesin glantrileikur fram, har tað tyktist, sum útvarpskvinnan royndi at stuðla uppundir eina niðurstøðu, hon, áðrenn samrøðuna, hevði gjørt sær.

Kundi ikki annað enn seta mær spurningin, um í hvønn mun hatta innslagið livdi upp til ásetingarnar í Public Servic sáttmálanum um óheftni, sakligheit og at vera álitismennandi ?

Tað stutta av tí langa er, at Edvard Heen hevur torað alment at stigið fram og tala sak teirra veikastu, ið fáa tænastu frá Almannaverkinum! Hetta hevur eisini verið ein dyggur stuðul hjá avvarðandi og økt um tryggleikakenslu teirra – ikki minst, tá  harðast leika á ! Tað var ein byrða, sum fall av herðunum hjá mongum avvarðandi, tá avtalan um undantøk kom í hús.

Politiski myndugleikin – fíggjarmálaráðið - og als ikki stjórin á Almannaverkinum, hevur ábyrgd av íkomnu støðuni. Meðan tey, ið ábyrgdina hava, hava grivið seg niður, hevur stjórin talað sak teirra, ið hava størsta tørvin  og hildið fast við týdningin av, at neyðugt var við optimalum undantøkum. Hann kundi, sum politiski myndugleikin, ypt øksl og latið staðið til. MEN tað gjørdi hann tíbetur ikki – og tøkk fái hann fyri tað! Við hesum vísti hann bæði ábyrgd og dugnaskap.

At júst hansara samskifti við fakfelagið gav úrslit, fegnast vit sum avvarðandi um!

At Pedagogfelagið stríðist fyri hægri løn er vælskiljandi og haldi meg ikki taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at tað er Fíggjarmálaráðið væl stuðlað av forkvinnuni í KAF, sum við feskum fordømi og úttalilsum í tí sambandi, hevur lagt eitt støði og við tí skapt “forvantningar” um munandi hægri løn fyri limirnar í Føroya Pedagogfelag. Tað er teim væl unt!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør