Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing

Vit góðtaka ikki at okkara limir verða brúktir sum jarnbrot í sáttmálaósemjuni!

SKRIVAÐ: JAVNI  |  11.01.2018 - 16:28 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Nú er verkfallið farið væl inn í fimtu viku, og tað sær út til at partarnir bara bíða eftir, at mótparturin bløðir út. Einki røkist fyri nøkrum samráðingum. FMR og KAF eru farin undir heilt, og Pedagogfelagið tykist ikki at hava fleiri kort eftir at spæla út.

Og ein løgin tøgn valdar allastaðni. Og ímeðan vit bíða, verður trýst lagt á okkara limir, ið bera brek, og teirra avvarandi, í ólukkumát. Tey verða brúkt sum jarnbrot í ósemjuni, og tað er als ikki í lagi! 

Verkfallið hjá pedagogunum rakar flestu barnafamiljur í landinum. Fólk sleppa ikki uttan víðari til arbeiðis, men mugu finna alternativar ansingarmøguleikar til børnini. Støðan kroystir og stressar bæði foreldur og arbeiðspláss, soleiðis sum endamálið við einum verkfalli nú einaferð er, men neyvan er talan um at støðan er óforsvarlig, hóast hon er trupul og tvørlig.

Men hjá teimum, ið bera brek, rakar verkfallið fleirfalda, og frá fleiri síðum. Her snýr tað seg ikki ’bert’ um at børn upp til 10 ára aldur og teirra foreldur eru rakt, men fólk í øllum aldri og við øllum diagnosum, umframt teirra avvarandi. Barnaansingarstovnar, frítíðartilboð, og vard verkstøð eru stongd, sambýlir og búfelagsskapir eru annaðhvørt stongd ella koyra við so lágum blussi sum til ber, og nógvir skúlanæmingar við sertørvi sleppa ikki í skúla. 36 vaksin fólk eru koyrd út úr sínum egna heimi, vegna væntandi starvsfólk. Tey eru noydd at vera í útlegd hjá foreldrum og næstringum – ofta ímóti sínum vilja. Avvarandi royna tað tey kunnu at fáa tingini at hanga saman. Ofta er støðan soleiðis, at ikki ber til at hugsa um alternativar ansingarmøguleikar, ella um at taka barnið ella borgaran við til arbeiðis.

Hetta ger støðuna hjá teimum sera ringa, nógv verri enn hjá øðrum. Nøkur verkfallsundantøk vórðu givin tá verkfallið byrjaði, í trá við avtaluna ímillum partarnar frá 1. februar 2014 sum sigur, at ‘arbeiðssteðgur í minst møguligan mun eigur at raka fólk, sum eru óhjálpin og sum tørva námsfrøðiliga hjálp til at klára seg.’ Vit fegnast um undantøkini, og eru takksom fyri tey. Men so hvørt sum tíðin gongur, og støðan versnar, er tørvur á fleiri undantøkum, men vit skilja frá Almannaverkinum, at flestu umbønir um undantøk nú verða vístar aftur. Hjá onkrum familjum er talan um borgarar, ið krevja hjálp og stuðul alt samdøgri – tað klárar eingin einsamallur í longri tíð. Í gjár søkti stýrið fyri Frítíðarheimið í Skrivaragøtu tí um undantak, soleiðis at umlættingarheimið kundi verða opið í nakrar tímar gerðandisdagar, fyri at veita teim harðast raktu familjunum umlætting í dagtímunum, men henda umbøn var eisini afturvíst. Grundgevingin er, at felagið er í eini sáttmálastøðu, ‘har í sáttmálaparturin hjá okkum ikki hevur víst nakran áhuga til at finna nakra semju.’ Og tey vóna víðari, at Fíggjarmálaráðið við Kristinu Háfoss á odda skilur, ‘at støðan er ótolandi og bjóðar inn til veruligar samráðingar.’  Vit skilja ikki hesa grundgeving, sum als ikki er í trá við avtaluna frá 2014. Vit kunnu bara tulka hetta sum at okkara limir skulu kroystast enn meira, og brúkast sum jarnbrot í ósemjuni. Tað er sera hugstoytt at síggja, at tær skipanir og avtalur, vit hava rundan um hesar borgarar, ikki megna at verja teir í eini støðu sum hesari, og vóna, at hetta verður tikið við til samráðingarborið, tá partarnir einaferð koma hartil.

Góðu partar í ósemjuni, FMR, KAF og Føroya Pedagogfelag. Javni heitir enn einaferð staðiliga á tykkum um at fara til samráðingarborið, og fáa eina semju í lag sum skjótast. Sum støðan er nú eru tað fólk, ið bera brek, og teirra avvarandi, ið kenna størsta sviðan av verkfallinum. Brúki ikki okkum sum jarnbrot í ósemjuni!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindalistar í Klaksvík
Skýlið fingið litir
Dronufilmur av Mein Schiff 3
Marco Polo á Klaksvík
Stórt rør á Vágni
Støðan hjá pápa mínum harmar Eyðgunn,…
Sjavs í Parlamentinum
Listin hjá Drekabáti­num dagførdur
Sýslumaðu­rin: - Dagførið grindalistarnar
Tjóðskjala­savnið letur tilfar til Tvøroy…
Viðkomandi ráðstevna um virðisøking og n…
Yrkislista­fólk 3 ára starvsløn frá Menta…
Pop-up konsert í Kvívíkar kirkju
Nógvir føroyingar á TeenStreet
Hittu borgar­stjóran í Vilnius
Fossánes Renningin verður sunnudagin
Lands­stov­nar eiga at verða lagdir í depl…
Venjarin hjá Zalgiris Vilnius var ónøgdu…
Ronni Møller-Iversen: Nú eri eg við at r…
Vinnulívsfyritøkur­nar í Klaksvík líða un…