Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Lýsing

Nevndin í Sinnisbata heitir á partarnar um at koma aftur til samráðingarborið

SKRIVAÐ: Sinnisbati  |  11.01.2018 - 16:30 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Vit eru nú í fimtu viku av verkfallinum, og enn tykist eingin semja at vera í eygsjón millum Føroya Pedagogfelag, KAF og Fíggjarmálaráðið. Tað er spell.

Áheitanarskriv:

 

Ikki bara hjá teimum nógvu familjunum, sum eru raktar, tí børnini ikki sleppa á stovn. Hetta hevur eisini sera neiliga ávirkan á støðuna hjá borgarum við sálarsjúkum og kropsligum brekum, sum búgva heima og hava tørv á sosialpedagogiskari hjálp. Fleiri teirra hava antin ikki fingið vitjan ella í minni mun enn teimum tørva. Tað er ofta nærum einasta samband hesir borgarar hava regluliga við umheimin, og vandin fyri afturstigi í teirra viðgerð er størri, jú longri tíð gongur uttan tann stuðul tey hava tørv á.

 

Somuleiðis eru mong, ið búgva á sambýlum og búfelagsskapum, eisini rakt av verkfallinum. Tey fáa ikki ta hjálp teimum tørvar og eiheldur tann tryggleika, ið eitt slíkt búpláss eigur at hava við sær. Tað er týdningarmikið, at hava virðing fyri tí arbeiði, sum hvønn dag verður gjørt á hesum økinum, og tískil skulu starvsfólk, har undir námsfrøðingar, sjálvsagt hava virðiligar sømdir at virka undir. Tað er eingin loynidómur, at námsfrøðisliga arbeiðið er nakað av tí tydningarmesta vit hava í samfelagnum, um tað so snýr seg um arbeiðið við børnum, ungum, vaksnum við serligum tørvi ella eldri. Sinnisbati vil við hesum enn einaferð heita á partarnir um at koma aftur til samráðingarborðið og finna eina semju, sum tænir øllum pørtum best.

 

Vegna nevndina í Sinnisbata

Lýsing
Seinastu tíðindini
AB førdi 2-0 í Runavík men tapti
Menn eru einfaldir. Og einfalt er gott.
Meinhardt E. Olsen gjørdi hattrik
Lands­stýris­kvinnan: Læknar kunnu geva ka…
Borðtennis: Nýggir lands­liðsvenjarar
Edmund Joensen spyr Henrik Old um Selatr…
6. umfar av FM-kappingu­num í dart
Størv sum føroysk sendifólk verða ikki a…
Lýggjari í morgin
Team Klaksvík byrjar á útivølli móti odd…
Bragd, Kallanes og Norðsøki avreiddu í k…
Kavaæl, sunnanfyri - hví?
Føroyaprent vann útbjóðingina
Nærri ein er mikrofon­ini – longri burtur…
Greipuvinnarar­nir sett nýggjan venjara
Eg sakni heildarætlan fyri fiski­vinnuna
Jákup spyr Rigmor um Kringvarpið
Sissal E. Lervig nýggja Marknaðar/­samski…
Venjingardystir áðrenn lands­kappingina
Toppdystur á Kambsdali í kvøld
Lýsing