Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing

KÍ fingið styrk til álopspartin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  11.01.2018 - 21:15 Ítrottur Tíðindi

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við nýggjan útlendskan leikara.

Talan er um 28 ára gamla Boris Dosljak, sum seinasta hálva árið hevur leikt við Iskra í bestu deildini í Montenegro. Í løtuni er vetrarsteðgur í kappingini, har Iskra liggur á 6. plássi eftir 19 umfør. Boris Dosljak skoraði 4 mál í 15 dystum, áðrenn kappingin fór í vetrarsteðg.

Boris spælir vanliga sum høgri vongur, men hevur eisini spælt sum vinstri vongur og sum álopsleikari. Boris hevur fyri tað mesta spælt í bestu deildini í Montenegro umframt, at hann í tveimum umførum hevur spælt í næstbestu deildini í Serbia.

Gongst alt sum ætlað, so kemur Boris Dosljak til Klaksvíkar í vikuskiftinum og verður við mánakvøldið, tá KÍ byrjar sínar regluligu venjingar.

Sáttmálin millum KÍ og Boris Dosljak er galdandi fyri kappingarárini 2018 og 2019.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gutti Winther + Pipar & Salt í Klaksvík…
Løgtingsfor­maðu­rin: - Eg taki broytingar…
Gott úrslit hjá Føroya Tele í 2017
Beinta sett í verkætlanarstarv
Stórmál­ini sleppa ikki ígjøgnum
Vit og skil í Klaksvíkar kommunu
Fyrilitarleysar hugsanir í býráðnum
Áhugafelagið  Nólsoyar Páll ársaðalfund
Tunlar norður um Fjall falla allarhelst
Posta skal privatiserast
Ímillum sannleika og bedrag
Hallur: - Vit síggjast í Føroya­húsi­num t…
Pison landar fríggjamorgun
Olaf koppaði oddamanninum
Pensjónsný­skipanin tekur keypiorku frá p…
Steffan og Thorvald í uppskoti til ársin…
Hey fremur nýbrot innan føroyskt telefon…
Endabrak í Húsinum týskvøldið
Edward Fuglø: - Rívið ikki Ídni niður
Allir pensjónistar skulu rinda tað sama…