Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bill spyr Sirið um heilsumiðstøðina í Klaksvík

SKRIVAÐ: Bill Justinussen, løgtingsmaður  |  11.01.2018 - 20:52 Politikkur Tíðindi

§52-a fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsu- og innlendismálum

1.     Hví ætlar landsstýriskvinnan at byggja eina heilsumiðstøð í Klaksvík fyri pengar á landsins fíggjarlóg, tá tað í øðrum pørtum av landinum eru kommunurnar, sum byggja og gjalda heilsumiðstøðir?

2.     Biðið verður um yvirlit yvir verandi heilsumiðstøðir, hvat tær hava kostað at byggja/útvega, og hvør hevur bygt/útvegað tær.

3.     Ætlar landsstýriskvinnan at gera mun á kommunum soleiðis at skilja, at nakrar heilsumiðstøðir eru kommunal ábyrgdarøki, meðan aðrar eru ábyrgdarøki hjá landinum?

4.     Liggur uppgávan at gera heilsumiðstøðir undir kommunala geiranum ella undir landsalmenna geiranum?

5.     Ætlar landsstýriskvinnan at biðja Løgtingið um pening at keypa kommunalu heilsumiðstøðirnar frá kommununum fyri at javnseta allar kommunur í landinum?

6.     Eru aðrar avtalur í gerð um bygging/útbygging av heilsumiðstøðum, sum ikki eru fevndar av umtalaða leisti, men har kommuna/kommunur sjálvar skulu gjalda byggingina/útbyggingina?

7.     Er heilsumiðstøðin, sum landið nú skal byggja í Klaksvík, partur av eini politiskari avtalu millum Sjálvstýri og samgonguna?

 

Á heimasíðuni hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum er eitt uppskot til løgtingslóg um at umbyggja og umvæla Klaksvíkar sjúkrahús, so farast kann undir at skipa eina heilsumiðstøð í Klaksvík. Ætlanin reisir fleiri spurningar um ábyrgdarbýtið millum land og kommunur. Higartil hava kommunurnar fult og heilt havt ábyrgdina at útvega hølir og rakstartól til primeru heilsutænastuna. Kommunurnar hava bygt og goldið kommunulæknahølir. Og síðani ætlanin við heilsumiðstøðum fór av barkastokki, hava kommunurnar útbygt og nútímansgjørt hølir fyri at hýsa víðkaðum tilboðum til heilsutænastur. Víðkaðu heilsutænasturnar, sum seinastu árini eru lagdar í heilsumiðdeplar, eru í øllum førum settar í verk eftir greiðum avtalum við landsins heilsumyndugleika.

Landsstýriskvinnan setir sjøtul á eina heilt nýggja leið við ætlaða uppskotinum. Við uppskotinum er nú ætlanin, at landskassin skal fíggja eina uppgávu, sum ongin ivi frammanundan hevur verið um er kommunal uppgáva. Eftir nýggja modellinum er givið, at allar kommunur í landinum, har íløgur eru gjørdar í heilsumiðstøðir, fara at venda sær til Heilsu- og innlendismálaráðið við krøvum um somu treytir. Tað ber snøkt sagt ikki til at gera mun á landsins borgarum, sum gjørt verður í uppskotinum. Meðan skattaborgarin í Runavíkar kommunu, Nes kommunu, Sjóvar kommunu, Eysturkommunu, Fuglafjarðar kommunu, Vága kommunu, Tórshavnar kommunu, Sunda kommunu og fleiri við skal gjalda hølini til heilsumiðdeplarnar, sleppa skattaborgarar í Klaksvík undan at gjalda sín heilsumiðdepil umvegis kommunuskattin. Og samstundis sum skattaborgarar í nevndu kommunum umvegis kommunuskattin skulu gjalda fyri sínar heilsudeplar, skulu teir nú eisini umvegis landskassan gjalda fyri heilsudepilin hjá norðoyingum.

Samgongan og Sjálvstýri hava alment boðað frá, at semjur eru gjørdar um pensjónsskipan og fíggjarlóg. Men at hesar semjur á so snildisligan hátt gera mun á skattaborgarum, alt eftir hvar í landinum, teir búgva, er als ikki komið fram. Landsstýriskvinnan eigur at gera greiðu á hesum viðurskiftum, meðan tíð er og áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!