Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum

Sirið: - Byrjanin uppá eina betri kommunulæknaskipan í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.01.2018 - 11:29 Tíðindi

Hetta er ein liður í at bøta um heilsutænasturnar sum liggja uttanfyri sjúkrahúsini í Føroyum. Vit byrja í Norðoyggjum, men ætla at gera líknandi avtalur kring alt landið, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum.

Í løtuni liggur eitt lógaruppskot til ummælis á heimasíðuni hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum, at umbyggja og umvæla Klaksvíkar sjúkrahús fyri í mesta lagi 15 mió. krónur. 

Endamálið við lógaruppskotinum er, at útvega landsstýriskvinnuni heimild til at gera avtalur um at umbyggja og umvæla Klaksvíkar sjúkrahús, so farast kann undir arbeiðið at skipa eina heilsumiðstøð, sum verður staðsett á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Norðlýsið hevur vent sær til Sirið Stenberg, landsstýrskvinnu í heilsumálum at frætta nærri um ætlaninar. 

- Vit hava arbeitt miðvíst at fáa bøtt um heilsutænasturnar, herundir kommunulæknaskipanina. Vit hava ætlanir um landið skal hava fulla ábyrgd av kommunulæknaøkinum og savnað hesar tænastur í størri eindir. Hetta vil betra um tænasturnar til okkara borgarar og arbeiðsumstøðurnar gerast eisini betri hjá starvsfólkunum við m.a betraðum fakligum umhvørvi, sigur Sirið Stenberg. 

- Kommunufelagið helt at tað hevði verið áhugavert at roynt hetta av í einum øki og tá vit samstundis høvdu fingið handaði eina sera gjøgnumførda heildarætlan, sum varð gjørd millum Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar Sjúkrahús og kommunulæknarnar, árið fyri, so hava vit gjørt av at royna hetta í Norðoyggjum, sigur Sirið 

- Landið eigur Røktarheimið í Klaksvík og tí hevur man so øgiliga góðan møguleika at fara í gongd júst her. Vit hava fingið fíggingina. Klaksvíkar kommuna má so finna onnur hølir til tað virksemi, sum í dag er á røktarheiminum, sigur Sirið Stenberg. 

- Tann samlaða ætlanin er at soleiðis skal tað verða í øllum Føroyum. Hetta er bara byrjanin, at fáa styrkt alt kommunulæknaøkið og allar heilsutænasturnar til borgararnar, sum liggja uttan fyri sjúkrahúsinum. Nú byrja vit í Norðoyggjum, tí har lá ein liðug avtala, men vit fara at gera líknandi avtalur kring alt Føroyar, sigur Sirið Stenberg at enda. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…