Lýsing
Lýsing
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Allar heilsutænastur á sama stað

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.01.2018 - 12:52 Politikkur Tíðindi

- Við at flyta heilsumiðstøðina undir sama tak sum Klaksvíkar Sjúkrahús verður brúkarin settur í miðdepilin, tí við hesum hann flestu heilsutænastur á sama staði, og samstundis verður skapt eitt enn sterkari heilsufakligt umhvørvi, sum bara kann betra møguleikarnar fyri enn betri viðgerð og tænastu her í økinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

- Um nøkur ár verða eitt nú kommunulæknar, skaðastova, laboratorii, røntgen, økispsykiatriin, heimasjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapiin og aðrar heilsutænastur allar savnaðar undir eitt og sama tak á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum fer tað at gera tað høgligari fyri okkum borgarar at greiða øll slík ørindi um eina leið, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum sjálvur hevur staðið á odda fyri at gera eina heilsuheildarætlan fyri norðurøkið.

- Hetta er ein liður í at skipa bý okkara á ein hátt, har brúkarin verður settur í miðdepilin, tí umframt at vit við hesum fara at fáa flestu heilsutænastur á sama staði, so fer hetta eisini at styrkja tað heilsu-fakliga umhvørvið, forða fyri óneyðugum dupultfunktiónum og geva nýggjar møguleikar fyri at samskipa og menna heilsutænasturnar til bogaran, heldur borgarstjórin.

 

KS heilsuhús burturav

Fyri at kunna flyta heilsumiðstøðina inn undir sama tak sum Klaksvíkar Sjúkrahús, er tað ein fortreyt, at partar av Norðoya Røktarheimi fyrst verða fluttir út haðani. Hetta er sostatt ein felags verkætlan millum landið og kommunurnar í Norðoyggjum, har landið rindar 15 mió. av kostnaðinum av at betra atkomuna til KS og til innrætting av heilsumiðstøðini, meðan kommunurnar bera kostnaðin av at gera byggja nýtt røktarheim og eldrabústaðir í betur hóskandi og meira náttúruvinarligum umhvørvi.

- Tað er sostatt ikki rætt, sum onkrar røddir hava ført fram, at landskassin rindar allar útreiðslurnar av hesi verkætlan. Heldur er talan um eitt gott samstarv, har kommunurnar lata landinum eitt verandi røktarheim og sjálvar bera kostnaðin av at byggja nýggj røktarheimspláss og eldrabústaðir, og í viðurlag rindar landskassin so íløguna í nýggju heilsumiðstøðina, upplýsir Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

- Norðoya Røktarheim hevur verið og er framvegis eitt sera væl virkandi røktarheim, sum sanniliga hevur tænt okkara borgarum væl, men tað skerst ikki burtur, at plaseringin er ikki tann besta til røktarheimspláss, tí atkoman hjá búfólkunum til uttanumøkið og at njóta náttúruna er ikki serliga góð, sigur Jógvan Skorheim, sum eisini staðfestir, at hetta røktarheimið varð bygt í 1983 og er sostatt umleið 35 ára gamalt. Ein endurnýggjan og nútímansgerrð er tí ikki av leið at fara undir nú.

- Vinningurin av øllum hesum er, at KS meira burturav verður miðstøð fyri flestu heilsutænastur her í norðurøkinum, samstundis sum røktarheimsplássini verða flutt í betur hóskandi og hugnaligari umhvørvi, upplýsir Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…