Lýsing
Tjúkka brúgvalagið úr Ísland og suðureftir fer at geva okkum avfall í nátt. Lágtrýstið, sum fer at geva okkum tann nógva vindin sunnudagin er enn ikki komið á myndina. | Mynd: www.dmi.dk

Vindur í vikuskiftinum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.01.2018 - 12:54 Tíðindi Veðrið

Hampuliga fitt av vindi verður í vikuskiftinum – serliga sunnudagin. Tá fer miðalvindferðin at liggja um storm.

Lágtrýstini vestanífrá koma eftir snóri – steðga á leiðini ímillum Ísland og Grønland, tí eitt hátrýst yvir Finnlandi forðar. Ímillum hesar báðar skipaninar – lágtrýstið og hátrýstið – er vanligt, at nógvur vindur er. Soleiðis verður í vikuskiftinum.

Harafturat verður trýstið í miðjuni av lágtrýstinum ógvuliga lágt – um 940 hPa seinnapartin sunnudagin. Og tað er lágt, ógvuliga lágt!

Lágtrýstini eru og verða plaserað í Grønlandsfjørðinum í vikuskiftinum – ættin í Føroyum fer tí at liggja ímillum landsynning-sunnan og útsynning alt vikuskiftið og inn í næstu viku.

Meira ítøkiliga, so verður landsynningur-sunnan í dag, í kvøld og í nátt, 14 til 20 m/s, ælaveður við regni, hitin fer at liggja um 6-7 stig. Leygarnátt fer at regna.

Í morginári minkar niður í 13 til 18 m/s, men tað kann væntast regn allan dagin. Seint leygarkvøldið minkar vindurin niður í 8 til 12 m/s, men sunnunátt fer aftur at veksa, og klokkan 6 sunnumorgun er vindferðin komin upp í 18 til 23 m/s. Tað fer eisini at regna sunnumorgun.

Fyrrapartin sunnudagin veksur upp í 20 til 25 m/s eina løtu, og tað fer at regna illa. Seinnapartin slítur í, og vindurin minkar niður um 20 m/s.

Gott vikuskifti.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pitsa guðstænasta í Kunoy
Kølið í dag
Fíggjarstýringin hjá býráðsmeiriluta­num…
Regionaliserað Posta
Bill spyr um fígging til grund­stykkir
Jógvan spyr um navnanevndina
Dart: Lýdia og Petur vunnu
Ótrygt at vera sjúkur í Føroyum
Svanareiðrið eigur dýrasta veðrakjøt í l…
Sundskarð á ferð
Haruhagar­nir í Árnafirði
Haruskjóting - Múlahagi
KÍ spælir á Skála um FM í morgin
Boðini undir metingini
Norðlýsið tippar: Tummas Lervig landsstý…
Jákup B rokfiskiskap undir Føroyum
Treysti: Børnini byrja innandura í morgi…
Myndarøð: Sjálvstýri aðal- og landsfund…
Poul F. 120 ár – stór konsert í Norðurla…
Kappingarsam­felag, búskapur og umhvørvi