Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Lýsing

Ársins XL-BYG® Byggibúð kosin 

SKRIVAÐ: borg.fo  |  12.01.2018 - 15:33 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Ársins XL-BYG Byggibúð 2017 er júst kosin á einum stórum tiltaki í kendu byggiketuni. XL-BYG BORG í Føroyum fekk tann mæta heiður at fáa heitið. Handilin bleiv heiðraður við einum kekki áljóðandi kr. 10.000 og einum flottum heiðursprógvi sum váttan uppá 1. plássið.

Hvørt ár samlast eigararnir av størstu byggiketuni í Danmark og Føroyum, XL-BYG, og kjósa avíkavist ársins byggibúð og ársins handverkarabúð. Valið er grundað á nakrar mátingar av handlunum í ketuni, har góð kundatænasta, faklig ráðgeving og harafturat eitt kundavinarligt umhvørvi er partur av tíðandi parametrinum.

- Vit eru sera stolt av at verða tilnevnd til Ársins Byggibúð í XL-BYG

- Okkara mál er lutvíst at hava bæði breitt og gott vøruúrval til kappingarførar prísir, og at vera dugnalig til fakliga ráðgeving og kundatænastu.

- Okkara dugnaligu og trúføstu starvsfólk hava gjøgnum árini arbeitt hart hvønn dag og gera tað við skili. Kjósanin til Ársins Byggibúð millum okkara nógvu dugnaligu starvsfelagar í XL-BYG ketuni vísur, at tað er eydnast, sigur stjóri og eigari í XL-BYG BORG, Rodmundur Nielsen.Ein stór tøkk til ketukontórið fyri gott samstarv

Sum prógv fyri tað flotta heitið, vil ein sýnislutur við einum gyltum hamara prýða handilin. Starvsfólkið verður eisini á ein hóskandi hátt fagnað.

Tað er fult uppiborið, tí starvsfólkini eru jalig og geva seg av fullum huga og í tí dagliga er tað, sambært stjóranum, hetta sum skapar gróðrarlendi fyri eina góða ráðgevingarmentan, gott samband til kundan harafturat ein væl virkandi handil.

Heitið sum Ársins Byggibúð í XL-BYG ketuni er ein týdningarmikil viðurkenning til okkara dugnaligu starvsfólk, sum hvønn dag leggja nógva orku í handilin fyri at veita góða tænastu til allar okkara kundar í lokaløkinum og runt um í landinum, sigur Rodmundur til seinast. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
AB førdi 2-0 í Runavík men tapti
Menn eru einfaldir. Og einfalt er gott.
Meinhardt E. Olsen gjørdi hattrik
Lands­stýris­kvinnan: Læknar kunnu geva ka…
Borðtennis: Nýggir lands­liðsvenjarar
Edmund Joensen spyr Henrik Old um Selatr…
6. umfar av FM-kappingu­num í dart
Størv sum føroysk sendifólk verða ikki a…
Lýggjari í morgin
Team Klaksvík byrjar á útivølli móti odd…
Bragd, Kallanes og Norðsøki avreiddu í k…
Kavaæl, sunnanfyri - hví?
Føroyaprent vann útbjóðingina
Nærri ein er mikrofon­ini – longri burtur…
Greipuvinnarar­nir sett nýggjan venjara
Eg sakni heildarætlan fyri fiski­vinnuna
Jákup spyr Rigmor um Kringvarpið
Sissal E. Lervig nýggja Marknaðar/­samski…
Venjingardystir áðrenn lands­kappingina
Toppdystur á Kambsdali í kvøld
Lýsing