Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Kristin Michelsen undrast stórliga á viðmerkingarnar hjá Jónleif Johannesen, tingbólkaformanni hjá Javnaðarflokkinum

Kristin: - Jónleif má hava sera stutt minni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.01.2018 - 15:52 Politikkur Tíðindi

Øll tingmanningin og landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum vórðu á fundi í gjár og viðgjørdu hetta málið. Eg undrist stórliga á at Jónleif Johannesen í miðlunum sigur seg einki kenna til málið, sigur Kristin Michelsen

Tað sær út til at fráboðanin hjá Kristin Michelsen fyrr í dag um at hann tekur støðu mál fyri mál á løgtingi, hevur loypt hvøkk á tinglimir hjá Javnaðarflokkinum. 

Jónleif Johannesen, tingbólkaformaður sigur við in.fo (kl. 15.28) júst nú at hann kendi einki til málið og tískil má venda sær til løgmann at vita hvussu víðari leikur skal fara. 

Til hetta sigur Kristin Michelsen í greiðari talu

- Jónleif má hava sera stutt minnið, tí øll tingmanningin og landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum, tó uttan Rigmor Dam, viðgjørdu mína støðu á fundi ígjár, sigur Kristin Michelsen. 

- Eg gjørdi teimum greitt at støðan á Tvøroyri varð nógv meira alvorlig enn verkafallli, ið nú herjar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Kristin Michelsen í viðmerking til Norðlýsið  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gutti Winther + Pipar & Salt í Klaksvík…
Løgtingsfor­maðu­rin: - Eg taki broytingar…
Gott úrslit hjá Føroya Tele í 2017
Beinta sett í verkætlanarstarv
Stórmál­ini sleppa ikki ígjøgnum
Vit og skil í Klaksvíkar kommunu
Fyrilitarleysar hugsanir í býráðnum
Áhugafelagið  Nólsoyar Páll ársaðalfund
Tunlar norður um Fjall falla allarhelst
Posta skal privatiserast
Ímillum sannleika og bedrag
Hallur: - Vit síggjast í Føroya­húsi­num t…
Pison landar fríggjamorgun
Olaf koppaði oddamanninum
Pensjónsný­skipanin tekur keypiorku frá p…
Steffan og Thorvald í uppskoti til ársin…
Hey fremur nýbrot innan føroyskt telefon…
Endabrak í Húsinum týskvøldið
Edward Fuglø: - Rívið ikki Ídni niður
Allir pensjónistar skulu rinda tað sama…