Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Námsfrøðingar mótmæltu frammanfyri tinghúsinum ígjár

Hava Føroyar nakra leiðslu?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.01.2018 - 18:07 Leiðarin Tíðindi

Tey sum vónaðu og væntaðu, at nú fór at valda politiskur friður, tí fiskivinnunýskipanin varð endaliga samtykt, fóru skeiv. Á føroyska arbeiðsmarknaðinum valdar eitt kaos, sum valla hevur sæð sín líka síðani kreppuna í 1990’unum. Og samgongan er enn einaferð komin í minniluta.

Í dag boðaðu 21 fakfeløg frá, at tey fara at leggja samfelagið hálv-lamið mánadagin. Orsøkin er, at í dag hevur Føroya Pedagogfelag verið í verkfalli í ein mánað, og tað er heilt greitt, at tað er hjá Pedagogfelagnum, at samhugin liggur. Sjálvt forkvinnan í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum peikaði í gjár eftir landsstýriskvinnuni í Fíggjarmálum, ið tykist vera alsamt meira einsamøll.

 

Ein dýr samgonga

Í november var eitt annað verkfall. Tá var fiskivinnunýskipanin enn ikki samtykt, og ivi valdaði um tær seinastu atkvøðurnar á tingi. Kanska sum úrslit av hesum gav fíggjarmálaráðharrin Felagnum føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum eina klekkiliga lønarhækking. Verkfallið varð avblást, og samgongan var aftur so nøkulunda intakt. Men tað var dýrt keypt, tí sjúkrarøktarfrøðingunum á baki koma 26 onnur fakfeløg, ið nú krevja tað sama ella meira.

Í øðrum málum hava vit sæð, at samgonguleiðararnir hava hjartamál, sum meiriluti ikki er fyri. Tí hevur verið neyðugt at smurt tingfólk uttanfyri samgonguna til at taka undir við teimum. Soleiðis fekk Sonja Jógvansdóttir eitt av sínum málum ígjøgnum afturfyri at taka undir við fiskivinnunýskipanini. Tað kostar Landskassanum 20 milliónir í mistum inntøkum. Jógvan Skorheim og Nýtt Sjálvstýri settu somuleiðis treytir, ið kosta aðrar 20 milliónir, fyri at taka undir við pensiónsnýskipanini. Og frá í dag av fer Kristin Michelsen eisini at kunna seta líknandi krøv, tí í dag boðaði hann frá, at hann ikki longur var partur av samgonguni.

 

Ongi útlit fyri batum

Hóast Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið koma ásamt um vikuskiftið, so er bólturin harvið bara sparkaður út til horna. 26 onnur fakfeløg standa í bíðirøð, og okkurt teirra hevur longu boðað frá, at tað fer at krevja tað sama sum sjúkrarøktarfrøðingarnir. Bert 2 fakfeløg eru “avgreidd”, og tey eru Starvsmannafelagið og Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Politiskt bendir alt á, at samgongan verður noydd at keypa seg til stuðul frá Kristini Michelsen til eftirverandi stórmálini pensiónsnýskipan og stjórnarskipan, og tað kann eisini gerast dýrt.

Samanumtikið má sigast, at ruðuleiki valdar í Føroyum. Stór mótmælistiltøk eru á Vaglinum, arbeiðssteðgur er lýstur mánadagin, og minnilutasamgongan er blivin uppaftur minni. Hesir trupulleikarnir kunnu gamaní loysast, men tað verður dýrt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gutti Winther + Pipar & Salt í Klaksvík…
Løgtingsfor­maðu­rin: - Eg taki broytingar…
Gott úrslit hjá Føroya Tele í 2017
Beinta sett í verkætlanarstarv
Stórmál­ini sleppa ikki ígjøgnum
Vit og skil í Klaksvíkar kommunu
Fyrilitarleysar hugsanir í býráðnum
Áhugafelagið  Nólsoyar Páll ársaðalfund
Tunlar norður um Fjall falla allarhelst
Posta skal privatiserast
Ímillum sannleika og bedrag
Hallur: - Vit síggjast í Føroya­húsi­num t…
Pison landar fríggjamorgun
Olaf koppaði oddamanninum
Pensjónsný­skipanin tekur keypiorku frá p…
Steffan og Thorvald í uppskoti til ársin…
Hey fremur nýbrot innan føroyskt telefon…
Endabrak í Húsinum týskvøldið
Edward Fuglø: - Rívið ikki Ídni niður
Allir pensjónistar skulu rinda tað sama…