Lýsing

EB/Streymur vann ímóti B71 á Sandi

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.01.2018 - 22:04 Ítrottur Tíðindi

Arnbjørn T. Hansen tykist væl fyri frá byrjan í ár.

Fyrsti venjingardysturin í ár var leiktur í kvøld á Sandi.

Betriliðið hjá EB/Streymi er hetta vikuskiftið á venjingarlegu í Skálavík og í hesum sambandi var venjingardystur móti 1.deildarliðnum hjá B71. EB/Streymur hevði fleiri nýggjar leikarar við í mun til hópin í fjør. M.a. spældi Gestur B. Dam í miðverjuni, Marni Djurhuus á miðvøllinum og Ari Ó. Ellingsgaard í álopinum. Jákup Højgaard vardi málið í seinna hálvleiki, tá EB/Streymur at síggja til spældi við eykaliðnum. Hálvleiksstøðan var 3-1 til EB/Streym, meðan endaliga úrslitið gjørdist 4-2.

 

B71 spældi við hesum liðnum(4-4-1-1): Terji Brynjarson - Rani Nikoleisen, Gunnar Lydersen, Henka Lydersen, Hákun Skoupo - Kristian Krog, Eirikur Jacobsen, Markus Klementsen, Mohammed Tijani - Jonas Warner -  Ibrahima Camara.

Uppstillingin hjá EB/Streymi í fyrra hálvleiki(4-4-2): Rói Zachariassen – Rói Olsen, Petur Zachariassen, Gestur B. Dam, Ragnar B. Danielsen – Leif Niclassen, Arnar Dam, Marni Djurhuus, Pætur Petersen – Ari Ó. Ellingsgaard, Arnbjørn T. Hansen.

Í seinna hálvleiki spældi EB/Streymur við hesum liðnum: Jákup Højgaard – Ári Kruse, Óli Ejdesgaard, Rúni Olsen, Jónstein Magnussen, Áki H. Olsen, Fríði Kruse, David Vang, Teitur Kruse, Óli Magnussen, Silas Ejdesgaard.

Málskjúttar hjá EB/Streymi: Arnbjørn T. Hansen (2), Pætur Petersen og Silas Ejdesgaard. Málskjúttar hjá B71: Sjálvmál og innskifti Alvi Jespersen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kølið í dag
Fíggjarstýringin hjá býráðsmeiriluta­num…
Regionaliserað Posta
Bill spyr um fígging til grund­stykkir
Jógvan spyr um navnanevndina
Dart: Lýdia og Petur vunnu
Ótrygt at vera sjúkur í Føroyum
Svanareiðrið eigur dýrasta veðrakjøt í l…
Sundskarð á ferð
Haruhagar­nir í Árnafirði
Haruskjóting - Múlahagi
KÍ spælir á Skála um FM í morgin
Boðini undir metingini
Norðlýsið tippar: Tummas Lervig landsstý…
Jákup B rokfiskiskap undir Føroyum
Treysti: Børnini byrja innandura í morgi…
Myndarøð: Sjálvstýri aðal- og landsfund…
Poul F. 120 ár – stór konsert í Norðurla…
Kappingarsam­felag, búskapur og umhvørvi
Meirvirði í avskurði av fiski