Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Lýsing
Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Heri: - Fyrimunirnir fyri brúkaran eru eyðsýndir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.01.2018 - 11:17 Tíðindi

Hetta málið er eitt úrslit av eini heildarætlan, sum Klaksvíkar Kommuna og Klaksvíkar sjúkrahús hava arbeitt við, og sum varð liðug síðst í 2016. Peningur varð játtaður í smb. við eina semju sum Sjálvstýrið gjørdi við Landsstýrið í fjør, also 15 mió. kr yvir tvey ár, sigur Heri Ellingsgaard

Norðlýsið hevur vent sær til Hera Ellingsgaard, stjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at hoyra hansara viðmerkingar, nú heilsumiðstøð skal gerast í Klaksvík. 

- Í Heildarætlan fyri Norðurøkið, eru nøkur mál sett upp, sum vit so hava arbeitt víðari við. Hetta, sum nú er á skrá, er nokk tað tyngsta og mest krevjandi, bæði so og so. Í stuttum snýr tað seg um, at læknamiðstøðin flytur inn í Niðristovu, ið verður umbygd til endamálið. Niðristova er onnur búfólkahæddin á Norðoya røktarheimi. Úrslitið verður ein Heilsumiðstøð, við tað at allar heilsutænastur, ið kunnu bjóðast her norðuri, verða undir sama takið og nærmastu grannar. Ein ambulatoriudeild er á somu hædd, og har er eisini skaðastova, røntgen v.m. Rannsóknarstovan er eisini beint við, matarhøll o.s.v. Fyrimunirnir fyri brúkaran eru sostatt eyðsýndir, sigur Heri. 

- Stóra avbjóðingin er atkomuviðurskiftini, ið mugu betrast saman við stórum parkeringsøki. Brekkan niðan til økið er sera brøtt og trupul at koyra ella ganga í. Broytingar skulu eisini gerast inni, og hartil má kommunan finna aðra loysn til  búfólkini í Niðristovu og partvís eisini í Uppistovu, sigur Heri Ellingsgaard. 

 

Onnur mál

- Annars arbeiða vit við at umvæla ymiskt á sjúkrahúsinum, skaðastovu, høvuðsinngongd o.a, upplýsir Heri

- Eitt heilt annað projekt, sum nærri verður at hoyra um seinni, er ein endurvenjingarmiðstøð. Ætlanin er at læknahúsini í urtagarðinum (gula hús), skal byggjast um til eina endurvenjingarmiðstøð fyri sjúklingar við truplum skaðum. Peningur er settur av til endamálið, sigur Heri at enda

Lýsing
Seinastu tíðindini
AB førdi 2-0 í Runavík men tapti
Menn eru einfaldir. Og einfalt er gott.
Meinhardt E. Olsen gjørdi hattrik
Lands­stýris­kvinnan: Læknar kunnu geva ka…
Borðtennis: Nýggir lands­liðsvenjarar
Edmund Joensen spyr Henrik Old um Selatr…
6. umfar av FM-kappingu­num í dart
Størv sum føroysk sendifólk verða ikki a…
Lýggjari í morgin
Team Klaksvík byrjar á útivølli móti odd…
Bragd, Kallanes og Norðsøki avreiddu í k…
Kavaæl, sunnanfyri - hví?
Føroyaprent vann útbjóðingina
Nærri ein er mikrofon­ini – longri burtur…
Greipuvinnarar­nir sett nýggjan venjara
Eg sakni heildarætlan fyri fiski­vinnuna
Jákup spyr Rigmor um Kringvarpið
Sissal E. Lervig nýggja Marknaðar/­samski…
Venjingardystir áðrenn lands­kappingina
Toppdystur á Kambsdali í kvøld
Lýsing