Lýsing

AB og NSÍ leiktu á Argjum í dag

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  13.01.2018 - 17:10 Ítrottur Tíðindi

Fleiri nýggir leikarar vóru á vøllinum.

Talan var um fyrsta venjingardystin hjá hesum báðum Betriliðunum.

Tað endaði málleyst á Argjum seinnapartin. Sum so ofta í venjingardystum, so vinnur verjuspælið á álopsspælinum, sum tekur tíð at fáa at sita eftir vetrarðsteðgin. Tí er ikki óvanligt, at fá mál koma fyrstu venjingardystirnar. Hjá AB spældi Absalon Eliasen frá byrjan, og tað er ein leikari, sum í fjør var partur av hópinum hjá TB/FC Suðuroy/Royn. Sum skilst hevur hann vant við AB í vetur.

AB byrjaði við hesum liðnum (4-2-3-1): Heðin Stenberg – Beinir Henriksen, Hørður Tórason, Árni G. Olsen, Absalon Eliasen - Tóki á Lofti, Bárður Olsen, Sørin Samuelsen, Bjarki Nielsen – Rasmus Dan Sørensen - Teitur Olsen

NSÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-1-1): Símun Rógvi Hansen – Bárður J. Hansen, Jóhan T. Davidsen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen – Øssur Dalbúð - Klæmint A. Olsen.

Liðið sum endaði dystin hjá NSÍ var hetta(4-4-1-1): Andras Gango – Sjúrður Pauli Nielsen, Jóhan T. Davidsen, Per Langgaard, Jannik Olsen – Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen, Pól Jóhannus Justinussen, Aron Knudsen – Petur Knudsen - Hans Marius Davidsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fíggjarstýringin hjá býráðsmeiriluta­num…
Kølið í dag
Regionaliserað Posta
Bill spyr um fígging til grund­stykkir
Jógvan spyr um navnanevndina
Dart: Lýdia og Petur vunnu
Ótrygt at vera sjúkur í Føroyum
Svanareiðrið eigur dýrasta veðrakjøt í l…
Sundskarð á ferð
Haruhagar­nir í Árnafirði
Haruskjóting - Múlahagi
KÍ spælir á Skála um FM í morgin
Boðini undir metingini
Norðlýsið tippar: Tummas Lervig landsstý…
Jákup B rokfiskiskap undir Føroyum
Treysti: Børnini byrja innandura í morgi…
Myndarøð: Sjálvstýri aðal- og landsfund…
Poul F. 120 ár – stór konsert í Norðurla…
Kappingarsam­felag, búskapur og umhvørvi
Meirvirði í avskurði av fiski