Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Lýsing

Erik Nielsen verður hjálparvenjari í Kolding

SKRIVAÐ: Kaj Joensen  |  13.01.2018 - 19:08 Ítrottur Tíðindi

Erik Nielsen, ið hevur drúgvar royndir sum venjari í Føroyum, hevur skrivað undir sáttmála sum hjálparvenjari hjá besta liðnum hjá Kolding.

Erik Nielsen, ið mest er kendur sum venjari í kvinnufótbólti í Føroyum, verður nú hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Kolding IF. Kolding spælir í 2.deild, sum er triðbesta deildin í Danmark.

- Eg var ógvuliga glaður, tá eg fekk starvið. Hettar er eitt stórt stig, og eg eri spentur hvussu tað fer at ganga.

Tað sigur Erik Nielsen, sum ídag, leygardag 13. januar, hevur gjørt avtalu við Kolding um, at hann verður hjálparvenjari næsta hálva árið.

 

Fyrr enn ætlað

Erik Nielsen er ættaður úr Argentina, men hevur búð í Føroyum seinastu 10 árini. Hann hevur fingið góð úrslit sum venjari við eitt nú kvinnunum hjá KÍ, og í ár stóð hann á odda fyri liðnum hjá EB/Streymi/Skála, ið vann greipuna í bestu kvinnudeildini.

Í november ífjør flutti hann og familjan til Odense at búgva, tí sonur teirra við autismu skal ganga á einum serskúla.

Erik Nielsen sigur, ætlanin var fyrst og fremst at geva sær góðar stundir at finna eitt felag.

Men við hjálp fra beiggja sínum, sum hevur spælt í Kolding, fekk hann í lag eina samrøðu við ítróttarsjóran Ulrik Pedersen. Ulrik Pedersen skoraði annað av málinum, tá OB vann 2-0 á Real Madrid í 1994.

Eftir samrøðu við hann og venjaran Anders Jensen fekk Erik Nielsen starvið.

- Eg hevði ikki væntað at fingið eitt venjarastarv í 2. deild beinavegin. Eg hevði hugsað, at eg fyrst skuldi byrja við einum venjarastarvi í lægru deildunum fyri síðani at arbeiða meg uppeftir, sigur Erik Nielsen.

 

Vil liva av fótbóltinum

Erik Nielsen hevur A-venjaraútbúgvingina. Fyri at taka hægstu útbúgvingina skal ein hava nógvar royndir. Tær royndirnar kann Erik Nielsen fáa í Danmark.

- Hettar er eitt felag, sum ætlar at flyta upp, so tey krevja nógv av mær. Eg skal millum annað standa fyri at greina dystirnar hjá liðnum, og eg havi longu greina fýra dystir hjá teimum, sigur Erik Nielsen.

Erik Nielsen sigur, at ein vansi er, at hann ikki kennir umstøðurnar og spælarnar í donsku aðru deild so væl. Tí hevur tað kravt nakað av fyrireikingararbeiði.

Sáttmálin við Kolding er ikki ein fulltíðarsáttmáli. Erik Nielsen sigur, at hann hevur ein dreym um at liva av fótbóltinum.

- Eg eri framsøkin. Eg vil fegin liva av at vera venjari og byrjaði sum rættiliga ungur. Eg havi miðvíst miða uppeftir, so hetta var sum at skora í Champions League, sigur Erik Nielsen.

Umframt at hava verið venjari hjá kvinnuliðum í Føroyum, so hevur Erik Nielsen eisini royndir sum hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ, sum venjari hjá 1. deild og dreingjum og unglingum. Sjálvur heldur hann, at hesar royndirnar komu honum til góðar, tá starvið sum hjálparvenjari í Kolding skuldi setast.

Nógvu royndirnar í kvinnufólti kundu eisini tala fyri einum starvi, sum venjari hjá onkrum kvinnuliði í Danmark.

- Einki ringt um kvinnufótbólt, men møguleikarnir eru bara betri innan mansfótbólt, um ein skal liva av tí, sigur Erik Nielsen.

 

Royndartíð

Erik Nielsen hevur eitt hálvt ár at prógva, at hann er nóg dugnaligur at vera hjálparvenjari í Kolding. Tað er ein góð skipan fyri báðar partar, heldur hann.

- Tað eri eg nøgdir við. Tey vilja vilja kenna meg betur og eg má eisini fáa míni viðurskiftir at hanga saman og so fái eg at síggja, um hetta er nakað fyri meg, sigur Erik Nielsen.

Venjingin hjá Kolding byrjar mánadagin 15. januar. Longu dagin eftir skulu teir spæla venjingardyst móti superligafelagnum Sønderjyske.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
AB førdi 2-0 í Runavík men tapti
Menn eru einfaldir. Og einfalt er gott.
Meinhardt E. Olsen gjørdi hattrik
Lands­stýris­kvinnan: Læknar kunnu geva ka…
Borðtennis: Nýggir lands­liðsvenjarar
Edmund Joensen spyr Henrik Old um Selatr…
6. umfar av FM-kappingu­num í dart
Størv sum føroysk sendifólk verða ikki a…
Lýggjari í morgin
Team Klaksvík byrjar á útivølli móti odd…
Bragd, Kallanes og Norðsøki avreiddu í k…
Kavaæl, sunnanfyri - hví?
Føroyaprent vann útbjóðingina
Nærri ein er mikrofon­ini – longri burtur…
Greipuvinnarar­nir sett nýggjan venjara
Eg sakni heildarætlan fyri fiski­vinnuna
Jákup spyr Rigmor um Kringvarpið
Sissal E. Lervig nýggja Marknaðar/­samski…
Venjingardystir áðrenn lands­kappingina
Toppdystur á Kambsdali í kvøld
Lýsing