Greiður sigur til Stjørnuna
Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var, tá kvinnurnar hjá StÌF í dag vitjaðu Stjørnuna.
Tað gekk javnt á tað fyrstu løtuna, men so dróg Stjørnan frá og fekk eina 5-6máls leiðslu, og hesa leiðsluna hildu tær til hálvleiks. Hálvleiksstøðan var 17-12 til Stjørnuna.
Sum seinni hálvleikur leið, økti Stjørnan støðugt um leiðsluna. StÍF gjørdi eina roynd við at dekka offensivt, men tað hjálpti onki. Tá leiktir vóru 20 minuttir av seinna hálvleiki, hevði StÍF bert fingið tvey mál, men Stjørnan hevði skorað níggju mál, støðan var tá 25-17, og dysturin var í verunleikanum avgjørdur.
Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 31-18 sigur til Stjørnuna. Við sigrinum ídag er Stjørnan nú komin uppá 10 stig.
Liðið hjá Stjørnuni hevur ment seg støðugt gjøgnum alla kappingina. Leikarnir vísa seg at vera væl fyri, tær standa væl í verjuni, og álopsparturin er til tíðir vælskipaður.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Mina Sirdal 8, Judith Dam Hansen 8, Jancy Jacobsen 7, Tóra Eliasen 3, Kristina Poulsen 2, Miriam Bethelsedóttir 2 og Paula L. Joensen 1.