Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Stakkals konufólk, neyðars menn!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  15.01.2018 - 21:40 Bloggur Tíðindi

Lat meg beinanvegin gera greitt, áðrenn nakar frammanundan avger at misskilja meg, at eg sjálvandi eri av teirri áskoðan, at vit eiga at sýna øllum menniskjum (og øllum skapningum) sømiliga virðing, og at allur ósømiligur atburður er av av tí ónda. Kúgan av øllum slagi er fananskapur, og onki annað! So er tað sagt!

- Og so vági eg mær út hagar, har ísurin kanska er so tunnur, at hann ikki heldur undir mær! Kvinnur um allan heim eru vaknaðar úr dvala. Tær hava verið illa viðfarnar av illavorðnum monnum, sum hava verið nærgangandi og noytt tær til bæði eitt og annað sum treyt fyri at tær kundu fáa ella varðveita arbeiðið og sítt livibreyð.

Um vit nú fara eini 50-70 ár aftur í tíðina, so kundi eg havt 100% samhuga við teimum, tí tá vóru korini hjá flestu kvinnum (her hugsi eg um vesturheimin) soleiðis, at tær høvdu fá ella ongi rættindi. Fara vit eitt sindur longur aftur, so høvdu tær als ONGI rættindi, hvørki til sín egna arv, ella til síni egnu børn!

Men, tíðirnar eru broyttar, og tí fáa nútíðar-grátikonurnar bara 50% av mínum samhuga! Tey seinastu 40-50 árini hava kvinnur havt næstan øll tey rættindini samsystrar teirra vantaðu fyrr í tíðini. Eg ivist onga løtu í, at kvinnurnar siga satt, tá tær nú klaga um ágang frá summum monnum. Serliga menn, ið hava eitt sindur av valdi yvir menniskjum, duga sær ikki altíð hógv í so máta.

Men, tey seinastu mongu árini hava kvinnurnar havt møguleika fyri at siga frá! Og hava tær ikki sagt frá, so er eisini talan um ein veikleika og eina undirbrotligheit, sum ikki samsvarar samtíðini; og tær tí kunnu ikki frásiga sær alla ábyrgd. Sjálvandi skulu kvinnur siga frá, um tær hava verið fyri ósømiligum atburði ella trýsti – men, hví koma fram 20-30 ella 40 ár seinni í einum rættarskipaðum og demokratiskum samfelagi?

Eg ivist, sum longu nevnt, onga løtu í at leiðarar innan øll økir kunnu hava sýnt ósømuligan atburð, tí leiðarar eru ofta stórforbúkarar av menniskjum, eisini av mannkyninum. Men, so kundu onkrar av kvinnunum for ólukkan havt sligið nevan í borðið vegna kvinnukynið, og sagt: Nú er nóg mikið! Hetta gongur ikki longur! Eg ivist ikki í at flestu ákærurnar hjá kvinnum eru sannar. Men, orsaka meg – eg havi allar dagar verið ein Rasmus Modsat! Hví koma krúpandi 20-30-40 ár seinni?

Serliga um vit hugsa um civilstatus hjá kvinnum í vesturheiminum seinastu 25 árini! Uttan á nakran hátt at verja ágangandi menn, so fari eg at loyva mær at siga, at skjótt verður tað vandamikið at vera mannfólk. Tí, skat tú yvirliva í hesum nýggja kvinnuheiminum, so mást tú vera kvirrur, eitt tigandi hím, ein hálur állur, og tú mást for Guðs skyld ikki vera eitt mannfólk!

Tú skalt vera undirbotligur og finna teg í øllum, tí nú skulu kvinnurnar hava rættvísa hevnd afturfyri 200.000 ár av mansdominatión - og kynsligt talufrælsi er nú bara galdandi fyri kvennkynið! Stutt sagt, skulu vit fáa veruliga javnstøðu, so noyðast øll mannfólk at gerast konufólk! Tí hjá monnum stendst nú lívsvandi av at rósa konufólki Alt annað er sambært logiska konsekvensinum av #metoo-hugsjónini órættvíst og ágangur! So kunnu onkur avbyrgd fólkasløg um hundrað ár spyrja: Hvat bleiv nú av mannaættini?

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…