Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hetta er størsta útflytan av almennum arbeiðsplássum í Danmark nakrantíð, sigur forsætismálaráðharrin Lars Løkke Rasmussen. | Mynd: ritzau.dk

Granskari: Óvæntað mong eru glað fyri flytingina av almennum størvum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.01.2018 - 12:15 Politikkur Tíðindi

Danir standa aftanfyri stjórnina, tá hon í dag framleggur sína ætlan um at flyta yvir 4.000 almenn størv úr Keypmannahavn til útjaðaran. Tað vísir ein kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR Nyheder.

Yvir 1.000 danir eru spurdir, um teir eru positivir ella negativir yvirfyri at flyta arbeiðspláss hjá danska statinum úr Keypmannahavn.

Fakta:

Epinion spurdi 1.116 danir í øllum landinum um, hvat tey hildu um, at arbeiðspláss hjá statinum vórðu flutt til útjaðaran. Tey kunnu velja ímillum “meget positiv”, “overvejende positiv”,”'hverken positiv eller negativ”,”overvejende negativ”, “meget negativ”, “ved ikke” ella “ønsker ikke at svare”.

43 prosent svaraðu 'meget positiv' ella 'overvejende positiv', meðan 27 prosent svaraðu 'meget negativ' ella 'overvejende negativ'.

Tølini hava hagfrøðiliga óvissu uppá 2,9%

 

Gott fyri donsku stjórnina

Granskarin vísir á, at tað er heilt vanligt, at fokus er á tað negativa og á trupulleikarnar, tá so stórar broytingar skulu gerast.

- Tá man ger reformar, eru nógvir trupulleikar í byrjanini, men við tíðini kemur tað at ganga betri, sigur Roger Buch, sum metir, at áskoðanin hjá dønum kann vera enn meira positivt, tá tey fluttu arbeiðsplássini hava etablerað seg.

Sambært Roger Buch bendir kanningin á, at stjórnin hevur tikið eina skilagóða avgerð við at flyta arbeiðsplássini til útjaðaran.

 

Kelda: DR.dk, https://www.dr.dk/nyheder/indland/kommunalforsker-overraskende-mange-danskere-er-glade-udflytningerne

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda