Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fotosafari eysturi á fjøllum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  18.01.2018 - 14:20 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í góðveðrinum í gjár fóru undirritaði og Árni Zachariasen ein túr eystureftir við myndatólinum. Tó so, Skúvadalshúsið eigur ikki minst áhuga okkara og tá vit fóru eystur, skuldu vit eisini hava eitthvørt í hondini.

Hetta er vist tíðin, tá rotturnar leypa á, har tær rokna við at matur er at fáa. Í gamla húsinum í Skúvadali gjørdu rotturnar tíðum álvarsliga um seg. Onkuntíð tá eg og Helgi Danielsen báðir komu eystur á vetri, vóru húsini at kalla endavend av rottum og rottulortur og órudd var eftir teimum allastaðni.

Rottufellurnar, ið nú eru settar upp, eru av nýggja slagnum, ið tekur lívið av rottunum við eitt og harafturat lesur fellan av, hvussu nógvar rottur hon hevur avlívað, so nú fer at bera til at síggja í fyrsta lagi, um rotta framvegis heldur til har, og kanska fara vit eisini at fáa eina ábending um nøgdina.

Vit fóru eystur við tyrluni hjá Atlantsflog. Tyrludeildin hjá Atlantsflog hevur sum flestu vita í veruleikanum gjørt tað møguligt at eldsálir kundu fullføra at byggja nýggj skótahús í Skúvadali.

Vit vóru har eysturi um gott eitt seinnapartin í gjár og fóru alt fyri eitt undir at seta rottufellur upp og síðani til gongu. Tosað var okkara millum um, um tað var ráðiligt at ganga allan vegin heim í Neytadal eftir Oyrafjalli, tí vit vistu, at allan tann teinin kláraðu vit ikki í kava og um vit samstundis skuldu hava stundir at hyggja okkum um og fáa nakrar myndir, tí vit tað var bert góður tími til tað fór at skýma.

Men, men - veðrið var so ótrúliga gott, sjálvt um vit sóu eitt groft kavaæl hanga sunnanfyri. Vit fóru til gongu móti Heldarskarði, ið er tað eystasta av Neytadali. Komnir har fingu vit okkum caccao og okkurt søtt afturvið og tingaðist um, um vit skuldu halda áfram eftir fjallinum, tí nú var longu hálvaskýmt. Avgrerðin bleiv tikin um at halda áfram. Tað bleiv ein gongutúrur, sum eg seint fari at gloyma.

Hóast kavin tók nakað av tíðini vit brúktu fyri at koma fram, so var gott at ganga, hóast tungt. Oman Kvígingaskarð oman í Gravardal  var sum verða man knortlugt og illgongt, men vit komu fram í hálvmyrkrinum. Kavin gjørdi, at glæman frá Klaksvík lýsti væl upp her uppi.

Alt í alt ein fínur túrur.

Skúvadalshúsið

Tosaði við Árna Skaale, samskipara av tiltakinum Skúvadalshúsi. Árni sigur, at tað sýnist sum um ein ávísur steðgur er komin í liðugtgerðina av hýsinum eysturi á fjøllum.

Ætlanin er at fara eystur aftur í arbeiðis ørindum 1. mai, men til tað tíð var ætlanin at fáa køkin liðugtgjørdan í Uppistovu, skótahúsinum hjá SNP. Alt liggur klárt har, tilfar og alt sum skal inn í køkin. Eitt øki í neyvari stødd við køksrúmið í nýggju húsunum har eysturi er eisini neyvt avsett inni í Uppistovu. Ætlanin er at seta køkin upp har, so hann verður púra klárur at seta upp í Skúvadali 1. mai. Men vit mangla eitt sindur av manpower  av eitt nú handverkarum, ið hava hug at hjálpa okkum við hesum. Um onkur er har úti, sum hevur hug at hjálpa við eini hond í vetur, so er bara at ringja til Árna Skaale á tlf. 758100.

Njótið myndirnar!

Oliver

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði