Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góði Bergur

SKRIVAÐ: Marna Jacobsen  |  18.01.2018 - 19:47 Lesarabrøv Tíðindi

Eg lesi bloggin hjá tær við áhuga og eri mangan sera samd við tær, men tá ið umræður hendan bloggin Stakkals konufólk, neyðars menn! fari eg at loyva mær at koma við einari rættleiðing.

Tá ið menn vilja sleppa at greiða kvinnum frá, hvussu tað veruliga hongur saman við kvinnurættindum, so kalla feministar tað fyri mansplaing, og tað er hetta í ólukkumát.

Tú sigur tað sjálvur, Bergur: at kvinnur hava kent seg noyddar til bæði eitt og annað fyri at varðveita arbeiði og livibreyð!

Trupulleikin er, at hetta er ikki bara nakað, sum hendi fyri 20-30 árum síðan, men hendir enn tann dag í dag. Kanska er tað tí, at tú ert so hampiligur, at tú ikki kanst ímynda tær, at so er, men eg kann vissa teg um, at fert tú at kanna hetta betur, so fer slíkur ágangur fram móti kvinnum hvønn dag um allan heim. At so kvinnur eru vaknaðar úr dvala nú, er bara fantastiskt, og tað áttu vit øll at glett okkum yvir.

Tú dettur í somu grøvina, sum flestu menn detta í, tá teir vilja feia hendan trupulleikan burtur og vilja gera tað til okkurt, sum í grundini ongan týdning hevur: skulu vit fáa veruliga javnstøðu, so noyðast øll mannfólk at gerast konufólk!, sigur tú. Sjálvt um eg væl skilji teg, Bergur, at tað hevði verið nokkso keðiligt, um øll mannfólk blivu konufólk, so liggur ein ávís vanvirðing fyri kvinnum í hesari útsøgnini: tí kvinnur eru sambært tær: undirbrotligar, tigandi hím, hatursfullar ...

Og tú gert tað, sum so mangir aðrir við tær: at venda próvbyrðuni á, so at offrið verður skemmarin, og skemmarin verður offrið. Við øðrum orðum, tað eru menninir, sum eru offrini í #metoo-rørsluni og ikki kvinnurnar. Møguliga er tað tí, at tað er so sárt at hoyra, at menn í stóran mun eru skemmarar, tá ið man sum maður ikki er tað. So í staðin átekur man sær leiklutin at verja alla mannaættina (allar menn).

Nú sleppa menn ikki longur at rósa konufólki, klappa tær á reyvina og klemma tær eitt sindur. Hetta er tað #metoo-rørslan stendur fyri, sambært tær og so ræðiliga mongum øðrum. Men hetta er bara ikki so! #metoo-rørslan grundar seg á ágang móti kvinnum, ikki klapp á reyvina, sjálvt um eg má viðganga, at tað er ólukksáliga irriterandi at verða klappað á reyvina av fremmandum monnum, tá tú t.d. stendur framman fyri ein barrdisk. Tíbetur standi eg so sjáldan har longur, at slíkar hendingar eru blivnar færri.

#metoo-rørslan grundar seg á  grovan ágang móti kvinnum, sum er farin fram, og sum framvegis fer fram vegna tað, at vit liva í einum samfelag, sum grundar seg á patrarkalskt vald. Vald, sum fær menn at kenna seg omanfyri kvinnur, og sum fær teir at kenna seg at hava rætt til at ráða yvir kvinnum og taka sær rætt til at gera seg seksuelt inn á kvinnur. Prógvini finnur tú allastaðni: tað er bara at hyggja at hagtølunum. Og – sjálvandi er hetta ikki galdandi fyri allar menn – eg eri so troytt av at noyðast at bedýra hetta, hvørja ferð, tosað verður um patriarkatið, men lat meg siga tað eina ferð enn.

So hóast tað er rætt, sum tú sigur, at kvinnur hava tikið seg so ómetaliga nógv fram og tíbetur ikki vilja finna seg í øllum longur (og man tað ikki vera júst tí, at #metoo-rørslan er farin á rull?), so valdar framvegis ein patriarkalsk mentan í samfeløgum um allan heim, tí sum onkur teologur segði einaferð: tað skal sterkur løgur til skurvut høvur.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik