Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sissal E. Lervig | Mynd: irf.fo

Sissal E. Lervig nýggja Marknaðar/samskiftisfólkið hjá IRF

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.01.2018 - 13:55 Tíðindaskriv

IRF hevur sett 29 ára gomlu Sissal Evudóttir Lervig av Strondum, sum nýggja  Marknaðar -og samskiftis fólkið hjá IRF. Sissal er kandidatur í talgildum samskifti frá Aalborg Universiteti, umframt at hon hevur lisið Altjóða Marknaðarføring á Akademiútbúgvingini hjá Glæsum.

Sissal hevur harumframt viðkomandi arbeiðsroyndir frá lýsingarfyritøku í Danmark, eins og frá føroyskari fyritøku. Sissal kemur at sita á skrivstovuni hjá IRF í Klaksvík og byrjar í starvinum um miðjan februar.

Sissal fer at taka sær av lýsingarátøkunum hjá RF, heimasíðu og sosialu miðlunum, umframt breiðari innanhýsis – og uttanhýsis samskfiftisuppgávum.

Starvið, sum er nýtt hjá IRF, skal síggjast sum ein liður í strategiini hjá IRF at ganga á odda á umhvørvisøkinum og geva okkara íkast til einar grønari Føroyar.

Ístaðin fyri at brenna virðismikið tilfeingi, sum møguliga kundi verið endurnýtt, so strembar IRF eftir at vera við til at flyta føroyska samfelagið móti einum nýggjum og grønari búskapi, har minni verður brent og meiri verður endurnýtt, umhvørvinum hjá okkum øllum at frama.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár