Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jákup B og Líðhamar

Eg sakni heildarætlan fyri fiskivinnuna

SKRIVAÐ: Óli M. Lassen reiðari  |  19.01.2018 - 14:40 Lesarabrøv Tíðindi Vinna

Sum reiðari fegnist eg um, at landið hevur gjørt sínámillum fiskivinnuavtalur við okkara fiskivinnusamstarvsfelagar. Tað er tí mín vón, at vit í eiga og reka Línuskip fáa munandi økt fiskirættindi í 2018. Tí vóni eg eisini, at vit eitt nú undir Ísland fáa munandi størri kvotu. 

Eg vil hervið heita á Føroya Løgting og Fiskimálaráðið um at fáa tilvega munandi betur rættindi til okkara feløg í serliga reka línuskip.

Sera vánaligur fiskiskapur undir Føroyum og lítil roynd eftir toski og hýsu seinastu árini, hevur ført til, at okkara feløg og manningar mangla 100 tals milliónir í landingarvirðið hvørt ár. 

Hendan dapra gongd hevur ført til, at 10 línuskip eru løgd seinastu fáu árini. Og útvið 200 fiskimenn hava mist teirra hýru. Trupla støðan hevur eisini ført til, at fleiri reiðaríðir hava torført við at manna skipini og ávirkar hetta aftur raksturin negativt.  Eitt vanligt Norskt ella Íslendskt línuskip fiskar eini 2000 til 3000 tons um árið, meðan eitt føroyskt ísfiskalínuskip bert fiskar eini 1.000 tons. Her mangla rættindi uppá eini 1.000 tons til hvørt skip / felag. Tí er neyðugt at fáa tilvega mist eini 10.000 tons av toski og hýsu um línuflotin skal verða lív laga og kunna endurnýggja seg.

 

Yvirordnað havi eg nakrar viðmerkingar og spurningar:

Hvussu gera vit sum land tá botnfiskurin (toskur og hýsa) svíkur í einum 10 til 15 ára tíðarskeiðið ?

Hvussu ætla vit sum land at endurnýggja okkara heimaflota ?

Hví hava útvald feløg ikki rætt til nýtt tilfeingið (rættindi) undir Føroyum ?

 

Vit kunnu vísa á, at tað eru útluta nógv nýggj rættindi, uttan at vit hava verið partur av hesum, við undantakið av einum árið. Hetta er heilt óskiljandi, út frá tí sannroynd, at vit eru millum høvuðsrættindahavararnar á Føroyagrunninum.

Somuleiðis skal eg vísa á, at tað ber ikki til, bert at taka pening úr fiskivinnuni, uttan at viðgera fiskivinnuna sum eina heild og serliga tann part av vinnuni í hevur tað truplast og hava eitt boð uppá hvussu vit sum tjóð, finna loysnir fyri tey feløg í eru týðandi partur í fiskivinnuni og týðandi partur undir flakavinnuni á landi og sum eisini keypa hópin av vørum og tænastum frá undirveitarum.

Vit eru ein týðandi súla undir samfelagsbúskapinum og hava rætt til somu rættindi sum onnur feløg í reka fiskivinnu á Føroyagrunninum.

Ein umsitingar ætlan loysir ongar trupulleikar tá tað er mangul uppá æti og gróður í sjónum. Tí sildin, makrelurin hava stóra ávirkan á vistfrøðina og samstundis eta av toska og hýsu tilgongdini.

Sum støðan er nú, er trupult at fáa rakstur at hanga saman hjá feskfiskalínuskipunum og neyðugt er við munandi øktum rættindum til Línuskipini í hesi krepputíð. Hetta er seinasta útkall um Línuflotanum skal verða lívið laga og koma ígongd við eina endurnýggjan.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar