Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nærri ein er mikrofonini – longri burtur er sannleikin

SKRIVAÐ: Nordlysid  |  19.01.2018 - 16:51 Kykmynd Mentan

Bill Gaither, sum er ein av kendastu gospel/sálma sangskrivarum og tónleika framleiðarum í nýggjari tíð, ávarar ímóti at viðgera trupul, torrskild, umstrídd og persónlig evni úr skriftini á tónleika- ella røðarapallinum.

- Eg verið ofta spurdur um ein kann viðgera hvat bíblian sigur um umstrídd og torfør evni í einum sangi á palli?

- Tað kann man. Men tað krevur at man veruliga gevur sær stundir til at seta seg inn í evni teologiskt, mentunarliga, søguliga og við rætta umhugsni. Skalt tú veruliga viðgera slík trupul mál út frá skriftunum, so haldi eg at tú eigur at fara í skúla og læra teologi og sálarfrøði fyri at verða ílætin til at viðgera málið á nøtand hátt. Harafturat hava vit skyldu til at tvinna slík evni saman við boðskapinum um kærleika, frelsu og náði. Dugi ikki at síggja at vit hava nakran rætt til at verða dømandi.

- Mest av øllum haldi eg at minstakravið er at tú setur teg ordiliga inn í slík mál um tú heldur tað er neyðugt at taka støðu í einum ella øðrum spurningi, út frá skriftunum.

- Tað eru ikki øll evni í skriftunum, sum eru egnaði til at viðgera frammanfyri 1000 ella 100 fólkum. Ei heldur 30 fólkum – men einans ein til ein. Tí tey eru so persónlig og ymisk frá einum persóni til annan. 

-  Eg haldi at tað er ein góður sigur at spyrja seg sjálvan: Hvat hevði Jesus gjørt?

- Stóð hann á einum almennum palli, og bleiv beinleiðs spurdur um eitt trupult ella umstrítt evni, so trúgvi eg at Jesus, heldur enn at svara beinleiðis ja ella noy hevði svara nakað soleiðis: ”Lat meg fortelja tykkum eitt líknilsi……. Tá kann sangurin fáa veingir.

- Verð umhugsin tá tú ert á pallinum og hugsað um hvat tað er tú sigur. Tí vit síggja alt ov ofta at prædika verður uttan ”góðkenning” ella #góðskumeting" (license).

- Er tað so tað sama sum ikki at taka støðu í truplum ella umstríddum málum?

- Sjálvandi ikki. Vit taka støðu, men vit gera tað í kærleika og í náði - við boðskapinum um frelsu og bjarging til alla mannaættina í huga.

 

Sí samrøðuna við amerikanska sálma skaldi, sangaran og tónleikaframleiðaran, Bill Gaither her.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund