Lýsing
Lýsing
Lýsing
Cumulunimbus calvus | Mynd: Oliver Joensen

Kavaæl, sunnanfyri - hví?

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.01.2018 - 18:38 Tíðindi Veðrið

Havi hugt eftir mydunum, sum Oliver tók mikudagin – serliga hava myndirnar 31–40 eru áhugaverdar. Eitt skýggj við kavaælingi ein landnyrðing úr Nólsoy avmyndað eitt sindur oman fyri húsið í Skúvoyardali.

 

Mikudagin var eitt lítið lot norðaneftir – lufttrýstið var umleið 974 hPa. Eitt veikt lágtrýst eystan fyri Føroyar dróg luftina spakuliga ímóti sær.

Luftin, sum kom norðaneftir, hevði sín uppruna í Eysturevropa – hevði ferðast úr Russlandi og tvørtur um Skandinavia, áðrenn hon nakað norðan fyri Føroyar snaraði beint suðureftir og fór framvið okkum. Luftin var tí køld og slavin – t.e. lutfalsliga nógvur dampur var í henni, og bert eitt lítið lyft skuldi til fyri at fáa dampin av tættast.

Og tað er júst tað sum er hent hesa løtuna suður úr Skúvadali, har sum myndamaðurin stóð.

Havið beint undir skýnum hevur verið eitt sindur heitari enn havið alt annars hevur verið. Munurin nýtist ikki at vera serliga stórur. Hetta heitara staðið í havinum hevur hitað luftina omanfyri, og tí er luftin farin uppeftir. Lutfalsliga vætuinnihaldið í luftini er vaksið upp í 100% næstan beinanvegin – hetta sæst væl á myndini, tí skýfóturin er beint oman fyri vatnskorpuna.

Dampurin er blivin til kava, tí temperatururin er undir frostmarkinum.

Kavin er so dottin niður – og tað kavar, til heit luftin ikki longur fer uppeftir. Eftir tað fer skýggið í upploysn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…