Lýsing
Lýsing
Enn er eitt veikt rák av norði við kaldari luft her í Føroyum. Sunnan fyri Ísland sæst lágtrýstið, sum fer at órógva tað stilla og góða kavaveðrið, vit hava havt í nakrar dagar. | Mynd: www.dmi.dk

Lýggjari í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.01.2018 - 12:27 Tíðindi Veðrið

Tað er fyribils liðugt við høgættini, sum hevur ligið í 4 dagar. Tað verður eitt sindur lýggjari næstu dagarnar.

Tað er eitt fleyr í dag – vindferðin kring landið er í miðal 1 m/s. Ættin er vesturhallur norðan. Hitin liggur ímillum -1°C og +3°C. Tað er turt og samdrigið kring alt landið – onkrasteðs eru sólglottar.

Soleiðis fer dagurin í dag at vera, tó at ættin kann skifta eitt sindur í løtum eystur um norðan, og vindferðin kann fara upp ímóti 5 m/s í løtum. Í aðrar mátar sum nevnt omanfyri.

Seint í kvøld ella stutt eftir midnátt – t.e. sunnunátt – fer ættin niður í landsynning. Vindferðin tann sama, undir 5 m/s, men í morgin ári fer vindurin at veksa, og um 8 tíðina er ferðin komin upp í 10 m/s. Fyrrapartin veksur eitt sindur afturat – á middegi eru 10 – 15 m/s.

Við landsynningsættini kemur regn. Hetta verður seint seinnapartin ella tíðliga um kvøldið. Tað er so ymiskt við ættunum, hvussu nógv tað regnar – ella als ikki – soleiðis verður eisini í morgin. Hitin í morgin fer at kvinka seg nøkur stig uppeftir, eini 4-5 stig í miðal kring landið.

Sunnukvøldið og mánanáttina fer ættin upp í eystan, mánamorgun verður aftur landnyrðingur. Fyrrapartin í næstu viku fer at vera eitt sindur skiftandi við ætt og hita.   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…