Lýsing
Lýsing
Lýsing

Edmund Joensen spyr Henrik Old um Selatraðarvegin

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  20.01.2018 - 12:54 Politikkur Tíðindi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Henrik Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein skrivligan fyrispurning um Selatraðarvegin. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1.    Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at breiðka og dagføra Selatraðarvegin?

2.    Er peningur settur av á fíggjarlógini til breiðkan og dagføring av Selatraðarvegnum?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, at tað hevur verið alment frammi, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, hevur havt ymsar ætlanir um, hvat avlopsgrót frá Eysturoyartunlinum kann brúkast til, eitt nú til vegaútbyggingar ymsa staðnis í Eysturoynni og Streymoynni. 

Málið er serliga átroðkandi at fáa gjørt nakað við, nú umstøðurnar í Selatraðarøkinum eru broyttar nógv seinastu tíðina og har virksemið á Selatrað er í stórari menning og vøkstri. Samstundis er full ferð á arbeiðinum at gera Eysturoyartunnilin.

Vegurin á farleiðini Strendur-Kolbeinagjógv-Morknanes-Selatrað er bæði smalur, óslættur og slitin at koyra á. Alt vegastrekkið er 8,8 km. langt. Gjørdar eru ávísar ábøtur og breiðkan av strekkinum Kolbeinagjógv-Morknanes, umleið 500 metur. Sostatt írestar ein teinur upp á umleið 8 km.

Í fleiri støðum er vandi fyri, at vegurin kann skrædna, t.d. tá talan er um tungar bussar. Um veturin er farleiðin og vegstrekkið serliga trupult at koyra á.

Vegastrekkið er nógv trafikkerað, eitt nú koyra bussar ofta við børnum og ungum til og frá Skótadeplinum á Selatrað. Talið á ferðandi á farleiðini er árliga í túsundatali. Tað er tí trupult og kann gerast vandamikið, tá tungir bussar fyltir við fólki skulu koyra á einum slíkum smalum og slitnum vegastrekki, samstundis sum lendið undir vegnum í fleiri støðum er so mikið veikt, at tað lættliga kann skrædna undan størri trýsti frá bussum og lastbilum.

At enda sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at grótið frá Eysturoyartunlinum verður latið ókeypis og vildi annars fari til eitt gott samfelagsgagnligt endamál, um tað varð brúkt til at breiðka og dagføra Selatraðarvegin. 

Málið hastar í og við, at tað er bíligast at føra grótið úr tunlinum og beinleiðis til Selatraðarvegin. Ein loysn kundi verið at útbygt í pørtum, og t.d. í fyrsta umfari at fylt út lendið fram við vegnum og seinni gera vegin koyrikláran.

Tá Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu og Skótadepilin er fult útbygdur, so kann roknast við enn meira flutningi á hesari farleiðini, t.d. skúlaungdómur úr Suðurstreymoynni, sum skal til og frá Skótadeplinum.

 

Sambandsflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna