Lýsing
Lýsing
Lýsing

Meinhardt E. Olsen gjørdi hattrik

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.01.2018 - 14:45 Ítrottur Tíðindi

B36 og KÍ leiktu venjingardyst í Gundadali í dag.

KÍ var á odda 2-1, men tapti at enda í Gundadali móti B36 í fyrsta venjingardystinum hjá hesum báðum liðunum.

Eitt sindur av kava var á vøllinum, men tað var spælt og leikararnir sóu ikki út til at vera stórvegis ávirkaðir av undirlagnum. Talan bleiv um ein heilt hampiligan venjingardyst, um vit hava árstíð og umstøður í huga, tá B36 og KÍ spældu í Gundadali í dag. B36 kom á odda 1-0, men KÍ svaraði aftur og kom á odda 2-1 áðrenn hálvleik. Í seinna hálvleiki tók B36 yvir og vann 3-2. Stóri leikarin í dagsins dysti var Meinhard E. Olsen, sum skoraði øll trý málini hjá B36.

 

B36-KÍ 3-2 (1-2)

1-0: Meinhard E. Olsen (Upplegg: Alex Mellemgaard)

1-1: Dion Splidt (Upplegg: Páll A. Klettskarð)

1-2: Páll A. Klettskarð (Upplegg: Óli E. Poulsen)

2-2: Meinhard E. Olsen (Upplegg: Erlendur Magnussen)

3-2: Meinhard E. Olsen (Einki upplegg, leysur bóltur umvegis fleiri KÍ bein)

 

B36 byrjaði við hesum liðnum (3-5-2): Trygvi Askham – Odmar Færø, Bjarni Petersen, Andrias Eriksen – Jónas Tór Næs, Magnus H. Jacobsen, Erlendur Magnussen, Eli F. Nielsen, Alex Mellemgaard – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen. Í hálvleikinum og í seinna hálvleiki gjørdi B36 nógvar skiftingar.

KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-1-1): Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Hørður H. Askham, Ísak Simonsen – Dion Splidt, Hákun Edmundsson, Jákup B. Andreasen, Kristoffur Jakobsen – Óli E. Poulsen, Páll A. Klettskarð.

KÍ byrjaði seinna hálvleik við hesum liðnum (4-4-1-1): Meinhardt P. Joensen – Jóhan W. Høgnesen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen, David Langgaard – Boris Dosljak, Hákun Edmundsson, Steinbjørn Olsen, Ronni Møller-Iversen – Hjalgrím Elttør, Páll A. Klettskarð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB