Takkartalan hjá Frimodt
Tað var ein rørdur stjóri á KSS, sum takkaði fyri heiðurin at verða valdur til ársins leiðara innan privata vinnulívið.
Synergi skipaði fyri leiðaradegi um vikuskifti og hæddarpunkti varð tá ársins leiðarar skuldu veljast innan tað privata og almenna.
Frimodt Rasmusen, stjóri á KSS varð valdur til ársins leiðara. Í besta Oscar stíli røddi og hugleiddi Frimodt um møguligu ørsøkirnar at dómsnevndin lat valið falla á seg. Frimodt segði at undangongumennirnir høvdu lagt slóðina, hann røddi um virðini sum gera seg galdandi á KSS og Frimodt legði eina við at fyritøkan má geva aftur til samfelagið. so at Føroya land verður styrkt.
Í salinum sat ein knappur Kringvarpsstjóri, sum fekk løtuna á band. Sí upptøkurnar hjá Johnny í Grótinum niðanfyri.