Lýsing
Lýsing
Lýsing

Glottarnir halda fram

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.01.2018 - 08:53 Leiðarin Tíðindi

Eitt stak væleydnað Norðurljós-tiltak er júst farið aftur um bak, sum sameindi tað nýggja og slóðbrótandi við tað kenda og væl dámda. Sangstjørnan og rithøvundurin Steintór Rasmussen fekk ein væl uppibornan heiður, útibiografurin tiltrekti hóast frostgradir eins nógvar áskoðarar og ein fótbóltsdystur, eins og uppiboðssølan í Posthúskjallaranum setti ljóskastaran á nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík.

Í summar tóktist tað sum um veitsludámurin í Klaksvík ikki vildi enda, og tað sama kann sigast eftir tann hektiska jólamánaðin. Í ár hevur veðrið verið við okkum, og tiltakið Norðurljós var eitt av teimum tiltøkunum, har alt bara spældi við og gekk upp í eina hægri eind. Fyriskipararnir hava stórt rós uppiborið, og ein tøkk til veðurgudarnar skal eisini sendast upp herfrá. 

Steintór Rasmussen var tó ikki tann einasti, ið varð heiðraður í farnu viku, tí fleiri heiðrar fullu nevniliga í nærumhvørvinum. Á Ársins Leiðaradegi varð Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð, kosin til ársins leiðara á privata arbeiðsmarknaðinum. Á almenna arbeiðsmarknaðinum býr ársins leiðari í Gøtu og stendur á odda fyri Miðnámi á Kambsdali; Páll Isholm varð kosin ársins almenni leiðari 2018. Og Heiðursgáva Landsins fór til ein fuglfirðing; Frits Johannesen fekk hendan heiður fyri multikunstaravirksemi sítt ígjøgnum fleiri áratíggju.

The show must go on, og næst á skránni eru Torradagar. Hesaferð er fiskivinnan í fokus, men millum onnur tiltøk á døgunum kunnu nevnast framløga um Læknastríðið og fyrilestur um føroyska sjófuglin. Størsta tiltakið verður afturvendandi Fiskivinnutingið, ið hesaferð fer at taka samanum nýggju fiskivinnulógina, sum hevur fingið nógvar ákoyringar úr okkara øki og sum vit ikki heilt hava sæð fylgjurnar av enn. Eisini kemur Helgi Jacobsen at greiða frá søgum av Flemish Cap. Dagarnir verða hildnir í Klaksvík 19.-24. februar, og meira verður at frætta í Norðlýsinum, so hvørt vit nærkast.

Beint tá Torradagarnir enda byrjar Klaksvíkskappingin í fótbólti, har fýra tey fremstu liðini í landskappingini árið fyri hittast í Klaksvík. Aftur hesaferð er talan um Víking, KÍ, NSÍ og B36, ið eisini vóru nr. 1-4 í 2016 – í júst somu raðfylgju. Hesi somu fýra eru samstundis eisini steypafinalistarnir bæði árini, og eftir fyrireikingunum at døma ætla feløgini minst tað sama í ár, so alt týðir uppá eitt sera spennandi kappingarár í fótbólti.

Samanumtikið kann ikki sigast annað, enn at tað grør um gangandi fót í norðara og eystara parti av landinum, og at vit sum búleikast her í økjunum bæði við nøgdsemi kunnu hyggja aftur á tað farna og við spenningi líta frameftir – hóast vit ikki eru álvulig við fiskivinnunýskipainina.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku