Lýsing
Lýsing

Vinir lata ikki vinir fáa frið

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  05.02.2018 - 11:53 Bloggur Tíðindi

Í 1950-árunum róðu børn í skúlaalduri einsamøll úr Múla til Viðareiðis til handils, ein teinur uppá smáar 2 kilometrar. Uttan nakran námsfrøðing, uttan nakran bjargingarvest, uttan neyðbluss, uttan GPS’ara. Í dag ber illa til at spæla í einum áarløki uttan at vera undir konstantum uppsýni, og børnini skulu hava so mikið nógvar formaningar við á vegnum, at spontantiteturin er púra burtur og hugurin næstan burtur, tá tey einaferð koma so langt sum til úthurðina. Valið um heldur at spæla Grand Theft Auto á iPad’inum er nógv meira líkatil.

Situr man sum foreldur ella borgari frusteraður yvir, at allur spontantitetur soleiðis verður køvdur í trygdarforskriftum, so er heldur onki stað at kæra sína neyð. Trygdin er nevniliga ikki bara ein forskrift, hon er ein religión. Royn t.d. at senda ein spurning inn til Also; svarið, tú fært, er altíð við tí politiskt korrekta fyrivarninum, at “sjálvandi skal trygdin vera í hásæti”, “sjálvandi mugu vit ikki seta nakað spurnartekin við regluverkið” og “Big Brother er har fyri okkara egnu skyld” kann saktans hava verið sagt í eini sending. Restin av svarinum stendur síðani í relatión til tað, Al(t)so er ongin hjálp at heita. Har er eingin pardón: Tú ert eitt ússaligt foreldur, um tú hevur latið tíni børn staðið á seiðabergi uttan minst ein bjargingarvest og uttan bjargalínu um miðjuna.

Í Kollafirði hevur kommunan eisini sett vakmyndatól upp á kaiøkinum, soleiðis at vakið eyga kann haldast við ekstremsportinum seiðabergsfiskiskapi.

Okkara Ministerium für Sicherheitsabhängigkeit, eisini rópt Ráðið fyri Ferðslutrygd, skal tó eiga, at tað ger kreativar lýsingar. Á Bornholm eitur teirra tilsvarandi kampanja bara “Ny kampagne: Så meget koster det at køre uden sele” og so er eitt yvirlit yvir bóttakstir. Onki uttanumtos, beinleiðis til sakina, og er helst nógv meira erligt. Situr tú ikki í trygdarbelti, er bótin 500 (!) krónur. At tosa í fartelefon, eisini 500 krónur, men hana vilja fólk frívilliga hækka til 1.500 krónur. 98 kilometrar um tíman á landsvegi geva 1.500 krónur í bót. 3 kilometrar meira um tíman geva klipp umframt. Tilsamans innkasseraði føroyska løgreglan eisini 5.110.910 krónur í bótum einsamøllum í 2016, og tað var sjálvandi fyri okkara egna besta, at vit mistu teir pengarnar.

Megna fólk ikki longur at meta um sjálvi, hvat er best fyri tey? Eftir øllum at døma ikki. Tað sum aktivistiskir umhvørvisfanatikarar í Greenpeace og Sea Shepherd áður stóðu fyri, er í dag institutionaliserað í Fólkaheilsuráðnum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Og vóru umhvørvisfelagsskapirnir ógvusligir, eru arvtakararnir hvaðna verri. Í Svínoy kunnu gestir ikki fara á WC í gamla skúlanum, tí heilsumyndugleikarnir fyriskriva, at starvsfólk og vitjandi mugu brúka hvør sítt toilett, og har er bert eitt í bygninginum.

Í 2011 gav Heilsufrøðiliga Starvsstovan boð um at afturkalla 1.700.000, skrivað eina millión og sjey hundrað túsund, fiskafrikadellur. Ikki tí nakað var staðfest galið við teimum, men tí at steikitemperaturin ikki kundi skjalprógvast (!) Í føroysku matvørubransjuni er man nevniliga sekur, inntil man kann skjalprógva nakað annað.

Vit sum vónaðu at trygdarnarkomaniin var ein forbígangandi dilla sum so mangt annað, eru farin skeiv. Har er farin peningur í eftirlit. Dátueftirlit, fólkaheilsuráð, starvsstovueftirlit, ferðslutrygdarráð, arbeiðseftirlit, og tað nýggjasta er at hava ein ministerielt útnevndan inspektør umborð á fiskiskipum at hava eftirlit við, at sjómenninir ikki tveita nakað óbrúkiligt í havið. Og sum tann gløggi lesarin ivaleyst eisini hevur lagt til merkis, er av trygdarávum #metoo ikki nevnt við einum orði.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin