Lýsing
Lýsing
Lýsing

Soleiðis virkar demokrati

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.02.2018 - 07:00 Leiðarin Tíðindi

Tað kann vera ein dygd at seta hart ímóti hørðum í politikki, men tað veldst um, hvør hin parturin er. Er hin parturin borgarin, so er tað ikki longur ein dygd. Tí demokrati er ikki bara at seta eitt X fjórða hvørt ár. Demokrati er eisini, at man sum borgari og brúkari av almennum tænastum verður hoyrdur til aðrar tíðir enn uppundir val.

Klaksvíkar Kommuna verður ikki royndarkommuna til heilsudepil á hesum sinni. Tað gjørdist greitt í farnu viku, tá Jógvan Skorheim, borgarstjóri og løgtingslimur, bakkaði og gjørdi greitt, at kommunulæknarnir í Klaksvík verða verðandi við Sandin heldur enn at flyta inn í Norðoya Røktarheim við Klaksvíkar Sjúkrahús.

Hetta merkir møguliga, at 15 milliónir krónur, sum heilsusektorurin í Klaksvík annars hevði fingið, ikki enda í Klaksvík kortini. Hóast tað er Løgtingið, sum ger tað av, segði Sirið Stenberg í Kringvarpinum, at teir pengarnir nú ikki fara til Klaksvíkar. Men hvussu verður og ikki, so skulu pengar heldur ikki brúkast bara fyri at brúkast. Har skal vera ein greið og miðvís ætlan við teimum.

Í øðrum politiskum málum hava vit sæð, Landsstýrið fyrilitarleyst hevur trumlað sítt ígjøgnum. Vóru 17 atkvøður fyri á tingi, so bleiv ikki lurtað eftir nøkrum sum helst, hvørki borgarum, kommunum ella vinnulívi. Í hesum málinum er støðan ein onnur. Lokali sakkunnleikin, ið eru læknarnir á læknamiðstøðini, eins og Kommunulæknafelagið hava mælt frá. Brúkarar av læknamiðstøðini somuleiðis, eins og kommunalpolitikarar. Samstundis hevur stuðulin verið lítil og ongin. Vit hava í hvussu so er ikki sæð nakað til jaligu ambasasadørarnar í hesum máli og sum kunnugt verða avgerðir tiknar av teimum, ið møta upp.

Klaksvík hevur í hesum máli verið eitt gott fyridømi fyri alt landið um, hvussu demokratiið eigur at virka. Tá brúkarar, lokalmyndugleikar, sakkunnleiki og stovnar/fyritøkur, sum rakt verða, eru á einum máli, so eigur landsmyndugleikin at virða tað. Og tað er hent í hesum føri. Gamaní við eini súrari viðmerking til endans um, at tær 15 milliónirnar so mugu brúkast aðrastaðni enn í Klaksvík, men tað má so bara vera harvið.

Her kann bara skjótast upp, at um landið hevur ein trupulleika við at finna út av, hvar pengarnir skulu brúkast, so er at endurtaka successina og lurta eftir fólkinum enn eina ferð.  Framvegis ber til at brúka teir pengarnar skynsamt. Í Klaksvík letur um skamma stund upp umsorganarheimið Gloria, ið fyrst og fremst skal hýsa heimleysum borgarum. Partur av pengunum høvdu verið væl brúktir har. Í kjakinum um heilsumiðstøðina kom fram, at atkomuviðurskiftini á Norðoya Røktarheimi vóru ikki góð. Har hevði eisini borið til at brúkt part av pengunum at betra um tey. Fyri bert at nevna 2 dømi.

Landsstýriskvinnan eigur eisini eitt herðaklapp uppiborið fyri, at hon tekur viljan á staðnum til eftirtektar í staðin fyri at tvíhalda um sítt. Hetta átti kanska at verið sjálvsagt, men vit hava sæð, hvussu onnur landsstýrisfólk insistera uppá at fáa sín vilja ígjøgnum, óansæð um so allir hoyringarpartar og fólkaviljin eru ímóti. Tað er gott, at hesin parturin av politisku mentanini ikki er galdandi fyri landsstýriskvinnuna í heilsumálum.

Nú eiga vit at hyggja frameftir og lata læknamiðstøð og sjúkrahús virka í friði og náðum. Tað ger einki um vit hava ein framfýsnan borgarstjóra, sum hevur eginleikan at bakka. Og hví ikki lata framtíðar-ynski um at menna hesar stovnar koma frá teimum sjálvum?

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona