Lýsing
Lýsing
Lýsing

HB smurdi KÍ av við Djúpumýru

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  10.02.2018 - 17:11 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

HB skoraði í sínum fyrsta álopi og sum heild var HB væl betra liðið, tá KÍ tók ímóti.

Bæði liðini manglaðu onkrar leikarar av teimum, ið kunnu roknast at byrja inni, men sum heild var talan um tvey lið í sterkari uppstilling.

 

Óli skoraði sítt fyrsta mál

HB álopsleikarin Aleksandar Stankov telist uttan iva millum bestu leikararnar í føroysku kappingini. Í dag var hann liðskipari hjá HB og tað kundi bent á, at hann fer at spæla við í ár. Hann var avgerandi leikari í fleiri álopum í fyrra hálvleiki og skoraði fyrsta málið, meðan hann átti triðseinasta fótin á næsta málinum. Men eisini Adrian Justinussen var avgerandi, tí høgri vongurin átti næst seinasta fótin á teimum báðum fyrstu málunum. KÍ svaraði aftur, tá Óli E. Poulsen vann bóltin av HB leikara og skoraði trygt. Hetta var fyrsta málið á besta liðnum hjá 16 ára gamla Óla, sum er nýggjur í KÍ hópinum. 2-1 til HB var hálvleiksstøðan.

HB flongdi KÍ

Í seinna hálvleiki sóu vit, at HB álopsspælið snýr seg um meir enn Aleksansar Stankov og Adrian Justinussen. Innskiftir vóru Sebastian Pingel og Ari M. Olsen og teir báðir vóru sera eyðsýndir. Teir vóru við í fleiri málum og endin var, at HB fekk trý mál og samanlagt vann 5-1. Tað kundi enntá verið størri sigur til HB, tí bæði Adrian Justinussen og Aleksandar Stankov høvdu frísparksroyndir á yvirleggjaran og út. Endaliga úrslitið var 5-1 til HB, sum útfrá dagsins avriki gott kann fara at blanda seg í stríðið um ovastu plássini frammanfyri nummar 5, har HB er endað seinastu tvey kappingarárini.

 

KÍ-HB 1-5 (1-2)

0-1: Aleksandar Stankov (Upplegg: Adrian Justinussen)

0-2: Dan í Soylu (Upplegg: Adrian Justinussen)

1-2: Óli E. Poulsen

1-3: Sebastian Pingel (Upplegg: Ari M. Olsen)

1-4: Ari M. Olsen (Upplegg: Sebastian Pingel)

1-5: Ari M. Olsen (Upplegg: Magnus Egilsson)

 

 

KÍ byrjaði við hesum liðnum (3-4-3): Meinhardt P. Joensen – Deni Pavlovic, Marko Dusak, Hørður H. Askham – Ronni Møller-Iversen, Hákun Edmundsson, Semir Hadzibulic, Jóannes K. Danielsen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Óli E. Poulsen. Seinni komu hesir inn: Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør, Dion Splidt, Jóhan W. Høgnesen og Andrias á Marknagili.

HB byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Hjalti Djurhuus, Magnus Egilsson – Adrian Justinussen, Brynjar Hlodversson, Tróndur Jensen, Dan í Soylu – John Frederiksen, Aleksandar Stankov. Í seinna hálvleiki gjørdi HB fleiri útskiftingar.

Dómari: Bogi Joensen

Hjálpardómarar: Gunnar á Steig og Kristian Gunnar Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…