Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Lýsing
Á myndini sæst Annika Olsen saman við borgarstjóranum í Jerusalem, Nir Barkat, sum var kunnugur við, at Ísraelska tjóðin eigur nógvar vinir í Føroyum.

Í Ísrael á borgarstjóraráðstevnu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.02.2018 - 10:12 Tíðindaskriv

Annika Olsen, borgarstjóri, fór í gjár til Ísraels, har hon komandi dagarnar skal luttaka á einari stórari borgarstjóraráðstevnu saman við borgarstjórum úr 40 øðrum londum.

Tað eru fyrrverandi sendimaðurin hjá Ísrael í Danmark, Barukh Binah, og varauttanríkisráðharri Ísraels, Tzipi Hotovely, sum hava boðið Anniku Olsen við á ráðstevnuna. Barukh Binah vitjaði í Føroyum í fjørsummar, har hann millum annað hitti Anniku Olsen, og tað var í hesum sambandi, at hann persónliga bjóðaði henni at luttaka á ráðstevnuni í Ísrael.

Borgarstjórin í Jerusalem, Nir Barkat, setti ráðstevnuna á samkomu í ráðhúsinum í Jerusalem í gjárkvøldið, og í sínari setanarrøðu legði hann dent á stóra týdningin, Jerusalem hevur í heimshøpi og í heimssøguni.

Talan er um ráðstevnu, sum er á hvørjum ári, og tað er 32. ferðin, ráðstevnan verður hildin. Evnið á ráðstevnuni í ár er “Safe cities”, har ljós verður varpað á viðurskifti, ið býir kring heimin hava avbjóðingar við í dag.

Á skránni eru virkisvitjanir, fundir og framsýningar um trygd, umhvørvi, vatn, útbúgving og heilsu og um, hvussu nýggj tøkni og tøkniliga menningin kann styðja undir ein tryggari og skynsamari rakstur av einum nútímans býi. Fyritøkur í Ísrael eru millum tær fremstu í heiminum á tøkniliga økinum.

Á ráðstevnuni verður høvið at hitta borgastjórar úr øðrum londum, umboð fyri ráðharrastovur og kommunur í Ísrael, umframt umboð fyri nakrar av størstu fyritøkunum í Ísrael.

Í dag vitja borgarstjórarnir Holocaustsavnið í Jerusalem, Yad VaShem, har minnisløta verður hildin, og eisini verður fundur við umboð fyri ferðavinnumyndugleikarnir í Jerusalem.

Annika Olsen, borgarstjóri, heldur ráðstevnuna vera eitt spennandi høvið at knýta nýggj bond við býir í øðrum londum.

- Eg síggi hesa ráðstevnuna - og møguleikan at knýta sambond við aðrar býir - sum ein lið í royndunum at menna Havnina sum ein altjóða bý í kapping við aðrar høvuðsstaðir úti í heimi, umframt at menna Havnina á tøkniliga økinum og finna innovativar loysnir á framtíðar avbjóðingum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skorheim: - Vøllurin verður skiftur í su…
Fleiri skip hava landað á Kósini í dag
Rekur kringvarpið partapolitikk?
Stuttlig endur­reising á Norð­oyastevnu
Myndarøð: Grind í Gøtu
Grindin komin inn um aliringar­nar í Gøtu
Mikkjal K. Thomassen fram til 2020
Helgi Simonsen 75 ár - ein føðingardags…
So vóru aftur grindaboð
KÍ best umboðað á U21 lands­liðnum
Norðborg á veg út á fiskileið
Gott veður alla vikuna
Hátturin sum Bankresearch brúkar at sama…
Bátastevna í Keypmannahavn
Konsert við The Purple Hulls og Blátt Gr…
Beinur fekk fyrstu EBBU
Bulurin í bústaðar­trupulleikanum
At rætta hvør øðrum hond - Viðmerking ti…
Myndarøð: B36 við 7. sigrinum á rað í la…
Myndarøð: HB er flúgvandi
Lýsing