Lýsing

Nú skal bíðilistin til MR-skannaran á Landssjúkrahúsinum burtur

SKRIVAÐ: Kaj Leo Holm Johannesen  |  12.02.2018 - 11:13 Politikkur Tíðindaskriv

Eg havi lagt fyri Løgtingið eitt uppskot um eykajáttanarløgtingslóg, har viðgerast skal ein eykajáttan uppá 1,6 mió. kr. fyri 2018 til Landssjúkrahúsið. Eykajáttanin skal tryggja fulla nýtslu av MR-skannaranum á Landssjúkrahúsinum

Orsøkin til, at biðið verður um hesa eykajáttan, er, at Landssjúkrahúsinum vantar pening til at kunna brúka MR-skannaran fult út.

Meira nýtsla av skannaranum vil stytta um bíðilistarnar fyri allar føroyingar, sum hava tørv á skjótari sjúkraviðgerð.

Sambært upplýsingum frá heilsumálaráðnum og landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, greitt frá í svarskrivi, dagfest 22. januar 2018, verður MR-skannarin brúktur so nógv, sum starvsfólkaorka er til.

Víðari verður upplýst, at um skannarin skal nýtast meira enn nú, er neyðugt at knýta fleiri starvsfólk at MR-skannaranum. Hetta kann gerast antin við at økja játtanina til sjúkrahúsverkið, ella við at umraðfesta virksemið í sjúkrahúsverkinum, soleiðis at meira orka verður brúkt til MR-skanning, meðan minni orka verður brúkt til okkurt annað.

CT-skannarin verður brúktur hvønn gerandisdag, og eingin bíðitíð er til CT-skanning.

Um MR-skannarin skal nýtast hvønn gerandisdag, so er, leysliga mett, tørvur á tveimum radiograf-ársverkum afturat, svarandi til eina økta lønarútreiðslu upp á umleið 1 mió. krónur, árliga.

Við fleiri kanningum økist eisini útreiðslan til myndagreining (myndagreiningar verða vanliga keyptar frá serfrøðingum uttanlands). Landssjúkrahúsið metir, at eykakostnaðurin fyri myndagreiningar, um MR-skannarin arbeiðir 5 dagar um vikuna, fer at liggja um 600 tús. krónur, árliga.

Tá hart trýst er á útreiðslunum til sjúkraviðgerðir á Landssjúkrahúsinum, fer undirritaði at mæla til at veita eina eykajáttan til Landssjúkrahúsið fyri 2018. Løgtingið eigur at tryggja sær, at játtanin komandi árini er á einum slíkum støði, at allir skannarar verða fult út brúktir, patientunum til gagns.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pensjónista­felagið Hugni skipar fyri hug…
Borgarar/­skattgjaldarar í Klaksvík rinda…
Malta hevði betri hagtøl
Hvør skal so gjalda?
Blandaðar kenslur á Malta við javnleiki
Fráfaringarløta fyri Magnusi Magnussen,…
Frælsi at siga sína hugsan
Archibald: - Fagravík gevur onga meining
Jóla­trø­ini í kommununi
 Um enn fáment, so halda tey áfram at be…
Malta vinnur næstan ongantíð
Uppskot til “Ársins Rósu” - sendið uppsk…
- Vit mugu geva føroyingu­num nakað aftur
Føroyar hava favorittleiklutin í kvøld
Uppstillingin er kunngjørd
Brandur 10.500 pund í nátt
Lokalt tíðinda­fólk: Sera týdningarmikil…
Tjóðpallur Føroya, professionalisma og g…
Loysing skift út við miðsavning
Allir útróðrarbátar­nir hava verið á útró…