Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing

Smyril Line byggir út í Hirtshals

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.02.2018 - 16:48 Tíðindaskriv Vinna

Smyril Line fer nú undir at byggja ein 3.350 fermetrar stóran skrivstovu- og goymslubygning í Hirtshals, ið eftir ætlan stendur liðugur í heyst. 

Bygningurin verður bygdur beint við Nordsøterminalin og sonevndu “Containerkajen” á havnalagnum í Hirtshals, har Norröna, Eystnes og Hvítanes hjá Smyril Line vitja hvørja viku.

– Vit breiðka um tænastustigið og fara sjálv at veita tær tænastur, ið higartil hava verið útveittar, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.

– Vit fáa betri føling við øllum liðum í tænastum okkara, og tað ger okkum før fyri at betra um tænastustigið, bæði hvat ið farmi og ferðafólki viðvíkur.

– Á Smyril Line gleða vit okkum til útbyggingina og harvið møguleikan at styrkja menningina av virkseminum í Hirtshals. Bæði bygningur og staðseting taka støði í, at vit vilja styrkja okkara støðu sum “fyrstvaldi” flutningsveitari í Norðuratlantshavinum.Nýggju umstøðurnar fara at gera tað lættari, betri og effektivari at avgreiða bæði ferðafólk, bilar og farm.

Í nýggja bygninginum verða um 700 fermetrar til skrivstovur og um 2.700 fermetrar til goymslu og annað, ið hoyrir til virksemið.

Í farnu viku gjørdi Smyril Line avtalu við fyritøkuna HMU A/S um at byggja bygningin, ið væntandi verður liðugur 1. oktober. 

Næsta stig á leiðini er at finna starvsfólk. Tey fyrstu eru longu komin, men enn mangla nøkur, ið væntandi verða sett seinni í ár. Eini 20-25 starvsfólk fara at verða knýtt at Smyril Line í Hirtshals.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Síðsti prikkurin hjá NSÍ komin uppá plás…
Stjørnan tekur ímóti VB sunnudagin - nú…
Torra-Matiné í Christians­kirkjuni
Sjálvgjørt tíðindamonopol
Klaksvíkskappingin: NSÍ-KÍ 0-2
Klaksvíkskappingin: B36-Víkingur 1-2
Eiga at stovnseta nýtt sjálvstøðugt "Pub…
Skráin fyri Klaksvíkskappingina
Søgur av Flemish Cap
Mortan í Smæruni
Hans Jacob: - Vit hava ein spennandi hóp
Torramatiné í Christians­kirkjuni
Viður og litir gerast livandi søgur
B68 kapping um vikuskiftið á Svangaskarð…
Zara Larsson syngur á Vágsbø
Kristian: - Eg tími ikki at síggja gypp…
P-dagur í dag
Klaksvík­ingar vunnu SkúlaFM í íverksetan
Filmurin “Línumenn” í Atlantis
Torraskráin