Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Lýsing

Atlantic Airways undirskrivað avtalu um nýggjan Airbus 320neo

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.02.2018 - 17:03 Tíðindaskriv Vinna

Atlantic Airways og amerikanska felagið, Air Lease, hava í dag undirskrivað sáttmála um, at Atlantic Airways langtíðarleigar eitt nýbygt Airbus A320neo flogfar. Føroyska flogfelagið yvirtekur nýggja flogfarið fyrsta ársfjórðing 2019.

Ætlanin er at seta nýggja flogfarið í regluliga flúgving á høvuðsfarleiðini millum Føroyar og Keypmannahavn.

Airbus A320neo flogfarið, ið tekur 174 ferðafólk, hevur lægri oljunýtslu og lægri CO2 útlát enn verandi Airbus flogførini. Nýggja flogfarið verður, eins og verandi flogfør, útgjørt við framkomnu navigatiónstøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, ið seinastu árini hevur bøtt munandi um reglusemið hjá felagnum til og úr Vágum.

Atlantic Airways hevur í dag trý Airbus flogfør í flotanum – eitt A320 og tvey A319. Av teimum eigur felagið A320 flogfarið og eitt A319. Triðja flogfarið av slagnum A319 er langtíðarleigað, og tað verður latið aftur í 2019, tá Airbus A320neo kemur í flotan.

Fyri góðum ári síðani keypti Atlantic Airways A320 flogfarið, sum var bygt til føroyska flogfelagið, umframt tvær nýggjar tyrlur av slagnum AW139. Tá flotin er dagførdur við nýggja Airbus A320neo, verður miðalaldurin á flogførunum einans trý ár og miðalaldurin á tyrlunum tvey ár.

Atlantic Airways hevur sum sítt fremsta mál at knýta Føroyar at umheiminum til frama fyri føroyingar og føroyska samfelagið, samstundis sum rutunetið eisini gevur útlendingum fleiri møguleikar at vitja Føroyar. Útboðið av flogsetrum hevur ongantíð verið størri enn nú, ið rutunetið fevnir um beinleiðis fráferðir úr Vágum til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh, Barcelona, Mallorca, Lissabon, Malta og Gran Canaria.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnuskráin: Áminning
Suðurættin – hvussu er hon?
Video: Grazer AK-KÍ frammanfyri 9800 ásk…
KÍ økti um munin í 1.deild
Slóða fyri: Planta eitt træ
Slóða fyri: Endabrestu­rin i dag - skrá
Slóða fyri: Hjólvelting kl. 11 uttan fyr…
Nógvir súkklarar á vegnunum um hvítusunn…
Menniskjalívið: Frá móðurlívi til grøv
Oddaliðið KÍ fær vitjan av Skála í 1.dei…
Video: Tveir KÍ-HB dystir frá 1998
Nakrar myndir frá Vit og Skil tiltakinum
Jóhanna: - Her er góður stemningur
Viðmerk­ingar til Høgna Hoydal um sáttmál…
Gev burturav tínum data til onnur ið tør…
Runavíkar Kommuna bakkar
So byrjar arbeiðið í Skúvadali aftur
Lýtt og vátt í vikuskiftinum
Semja millum Kommunulækna­felagið og Fígg…
Forkunnug tónleikavitjan í Skálanum 1. h…
Lýsing