Lýsing
Lýsing
Lágtrýstið, sum kemur við vindi, sæst ógvuliga týðuligt á hesari myndini í ein útsynning úr Íslandi. Skýggini, ið síggjast snyrlandi úr miðjuni, er tað samanrunna brúgvalagið. Tað verður yvir Føroyum nakað fyri middag. | Mynd: www.dmi.dk

Tað verður fitt av vindi í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.02.2018 - 17:54 Tíðindi Veðrið

Eitt lágtrýst er ávegis ímóti okkum. Tað stóð upp yvir Norðuramerika fyri nøkrum døgum síðan og er í skrivandi stund statt einar 800 fjórðingar ein lágan vestan úr Føroyum.

Trýstið í miðjuni er lágt, og tað heldur á at dýpast líka til middags í morgin. Tá er væntandi, at trýstið er niðri á 943 hPa, og tað er sera lágt. Nógv megi er í einum slíkum lágtrýsti, og vit her í Føroyum fara at merkja vestara útryðuna tíðliga í morgin ári.

Vindurin fer at veksa úr landssynningi-suðuri – úr 10 til 15 m/s klokkan 4 (umleið) upp í 15 til 20 m/s klokkan 8. Eitt sindur meira vindur vestanfyri enn eystanfyri.

Eitt brúgvalag fylgir við vindinum – ella er tað øvugt – men tað er væntandi yvir oyggjunum nakað út á morgunin – tá veksur vindurin enn eitt vet, upp í 20 til 25 m/s, mest í sunnara parti av landinum.

Úr áðurnevnda brúgvalagi fer at koma vátakavi og/ella kavi. Fyri og eftir hetta brúgvalagið er ælaveður.

Út á seinnapartin fer at minka – um nátturðatíð er komið niður í 13 til 18 m/s. Hósnáttina minkar enn eitt sindur.

Ættin allan morgin verður landsynningur-sunnan.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í morgin kl. 14:30: Grønari flog- og fe…
Soleiðis umsita polittikarar pening borg…
Gekkakvøld og Tónleikacafé í Café Gloriu
Í morgin kl. 15.00: Steffen Gram - Eta…
Í morgin kl. 14: SEV - Grønar Føroyar
Flemish Cap í Spinnaríðnum
At uppfinna djúpar tallerkar av nýggjum
Unga Astrid - í Atlantis Bio í kvøld 22:…
Nýggjar ljósmastrar við Djúpumýru
Legendskvøld í Spania­stovu
Afturhvarv – í kvøld kl. 19:30
Grillparty við Rudolf og Jákup
Fríggjadagur: Skráin í dag
Steintór Ramussen og sangskrínið
Tað vóru nøkur skríggj í bilinum – og so…
Tjóðveldi stillar upp til Fólka­tingið
Rættindahavarar skulu við lóg gjalda
Eyðun av Reyni hevur listaframsýning í K…
KÍ, HB og GÍ hava vunnið Klaksvíkskappin…
Tilmeldingardagur hjá KÍ verður fríggjad…
Lýsing