Lýsing

Norðhavnin eigur at víðkast saman við ger av frystitunli

SKRIVAÐ: Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur.  |  14.02.2018 - 08:59 Politikkur Tíðindi Vinna

Hvussu sær framtíðin við Norðhavnini í Ánunum út, er ein av spurningunum, vit eiga at taka upp til umrøðu og støðutakan sum skjótast, og hvussu vit á besta hátt víðka um hesa sera góðu og væl umtóktu havn.

Tað var av mongum sáddur ivi um verkætlanina, at byggja altjóða havn í Ánunum, hetta var ørskapur og burturspiltur skattapeningur. Men vit vórðu fleiri, sum trúðu uppá hesa stóru verkætlan, og við treysti fóru vit av álvara undir byggingina og lótu okkum ikki ræða av afturhaldskreftum. Vit gjørdu gagn av grótinum, sum kom úr Norðoyatunlinum og bjóðaðu arbeiði út og hetta arbeiði gekk sera væl, og vit bygdu í fyrstu atløgu 200 metra atløgusíðu vid 12 metra dýpi. Skjótt sást, at 200 metrar var alt ov lítið og tí bleiv avtala gjørd við partafelagið hjá Christian í Grótinum og Klaksvíkar Kommunu í einum leasingsáttmála at byggja 117 metrar afturat verandi havn, har Klaksvíkar Kommuna hevði ræðisrættin.

Sigast má, at henda verkætlan hevur verið og er ein sólskinssøga, sum hevur givið Klaksvíkar kommunu stórar inntøkur, og av mongu skipunum, hava tey harafturat givið nógv arbeiði til atløgdu vinnuna, tí vit síggja støðugt, at plásstrot er har norðuri, so nógv stór skip liggja har.

Vinnan og Klaksvíkar kommuna mugu ganga hond í hond at fremja átøk, økinum til góða, tí mugu enn betri og rúmkaðir karmar gerast um okkara høvuðsvinnu og tí er neyðugt, sum skjótast, at taka lógvatak fyri at fremja áhaldandi útbyggjan og her hugsi eg serliga um at útbýggja Norðhavnina, og besti háttur at fremja hetta, er at gera ein frystitunnil undir Ánavegin og gera brúk av grótinum til at fylla norðureftir, sum gevur grundarlag fyri størri atløguplássið.

Tað tykist, sum vinnu og teknisk mál ikki fáa størstu raðfesting, men nú mugu vit leggja alla orku í, at fáa framt útbyggingina í Ánunum, so fjølbroyttar útbyggingar kunnu gerast á landi.

Við vón um, at gongd aftur kemur á útbyggingina av Norðhavnini, vil eg heita á vinnuna og myndugleikarnar um, at gera eina felagsloysn. Tað hava vit megna fyri, hví so ikki eisini í hesum sera týdningarmikla máli.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Hanus væntar at hava opið til midnátt
Útleigaður KÍ leikari kann spæla móti KÍ
Yvir 10.000 portiónir av fish & chips ti…
Øssur Thomsen bøtti skjótast
Sólva, Elin, Boas og Oluf svumu skjótast
Andrias og John vunnu sera spennandi fin…
Ferđsluavbjóđ­ingar á Sjómanna­degnum
Hesi vunnu fiski­kappingina
John Havn egnir skjótast í 2018
Eydna og Dávur vundu skjótast
Egga Heinesen vann agnskeringina
JFK serverar Fish&Chips
Bestu skip í nøgd og virði
Nógv fólk til setanina
Seglskip­ini komu á Klaksvík
Málslúku­rin alir síl í Miðjútlandi
Høgni Hoydal setur Føroya Sjómannadag um…
Uden mad...
Vatnkríggið var ógvusligt