Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggi filmurin hjá Zacharias Hammer verður vístur í Atlantis Bio á Torradøgunum 22., 23. og 24. februar kl. 19.00 og sunnudagin 25. februar kl. 16.00. Myndin er av Hans Erik

Oddatorri 

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2018 - 20:00 Leiðarin Mentan Vinna

Torri er mánaðurin frá tendring síðst í januar til næstu tendring. Hesa tíðina kemur hýsa og toskur inn á grunnin at gýta, og er hesin mánaðurin serliga góð fiskitíð. Mánaðin eftir torra, góa, fekk gróðurin á landi størsta fokusið, og tað fór at vára. Men um torramánaðin hevur verið sagt, at menn fóru til prest at spyrja, um ikki føstuguðstænastan kundi flytast frá vanligari kirkjutíð til um kvøldið, tí teir so fegnir vildu sleppa til útróðrar hesa ársins tíð. Prestur eftirlíkaði, og føstuguðstænastan øskudag varð løgd um kvøldið.

Klaksvíkar Kommuna skipar í døgunum 19.-25. februar fyri Torradøgum, har dentur verður lagdur á høvuðseyðkennini hjá Klaksvík, fiskivinnu og mentan. Í mun til undanfarin ár er størsta broytingin, at onki Fiskivinnuting verður á hesum torradøgunum.

Byrjað verður mánadagin 19. februar við tveimum framsýningum, aðrari í Posthúskjallaranum og hini í gamla Seglhúsinum. Talan er um sera ymiskar framsýningar, har tann í Seglhúsinum er ein listaframsýning við verkum hjá Bárði Jákupssyni, og hin er framsýning av klæðum, ið vórðu gjørd til designkappingina Blue Fashion Challenge. Alt tilfarið til klæðini kom úr havinum, t.d. tari, fiskaskræða og kópaskinn. Framsýningarnar eru báðar kl. 14-17 allar torradagarnar uttan sunnudagin. Tá tær lata aftur mánadagin verður farið yvir í Betri Banka, har kjak verður millum stjóran á Havstovuni og skiparan Eyðun Hansen.

Týsdagin 20. februar verður hugnaløta við Smæruni kl. 15, og hesar hugnaløtur vera um somu tíð mikudagin og hósdagin eisini. Sonevnd skrúvuguðstænasta í Christianskirkjuni verður kl. 17:30, og um kvøldið, kl. 19:30, verður fyrilestur ella hugleiðing við Arnstein Niclasen kring bókina Herskin herðindi, ið hann gav út í 2017. Íverksetarahúsið bjóðar eisini inn til fyrilestur týskvøldið kl. 20, har Deirdre Hansen fer at greiða frá um fakliga menning, karrieruskifti og útbúgvingarmøguleikar.

Hósdagin 22. februar verður torracafé í Betesda kl. 10, har Jógvan á Lakjuni fer at hugleiða um Ólav Halga. Dragin hevur opið skip kl. 16-18 bæði hós- og fríggjadagin, tónlistaskúlin hevur konsert kl. 18 í Skálanum, og kl. 19 sýnir Atlantis filmin Línumenn, ið Zacharias Hammer hevur gjørt. Filmurin verður sýndur aftur fríggja- og leygarkvøldið, og sunnudagin kl. 16. Kl. 19:30 og 20:15 vera tveir forkunnugir fyrilestrar í Miðhøllini á Skúlatrøð, og bindiskeið verður á Klaksvíkar Bókasavni kl. 19:30.  

Fríggjadagin 23. februar verður hugnaløta í kirkjukjallaranum kl. 15, har Poul F. Guttesen hugleiðir um listarverkini hjá Edwardi Fuglø. Báðar dagarnar eftir verður Opið Atelier í Jústabrekku 2, har Edward sjálvur letur hurðarnar upp kl. 14.

Leygardagurin 24. februar byrjar við jólamatiné í Christianskirkjuni kl. 11:30, og kl. 14 spílar Klaksvíkar Sjúkrahús seg út við m.a. heilsucafé, workshop og fyrilestri. Samstundis byrjar árliga torrarenningin við sjúkrahúsið. Klokkan 15 verður Flemish Cap í fokus á Skúlatrøð, Miðhøllini, har Helgi Jacobsen og Gunnar Nolsøe koma at greiða frá og hava samrøður. Um kvøldið verður harmonikutiltakið Syngið við í Skálanum kl. 19, og kl. 22 verður tiltakið “Torraskemt, skrøgg og tónar” í Spaniastovu.

Sunnudagin 25. februar verður torraguðstænasta kl. 11. Umframt hesa rúgvuna av tiltøkum, eru fýra av matstovunum í býnum – Jacqson, hjá Jórun, Café Fríða og Angus Steakhouse – samdar um at bjóða serligar torramatskráir við fiski hesa vikuna. Og fyri tey, sum vilja hava ein steðg frá fiski, mentan og torra, ber til at leita sær niðan á Djúpumýru at fáa ein forsmakk uppá landskappingina í fótbólti, har nr. 1, 2, 3 og 4 frá landskappingini kappast bæði leygar- og sunnudagin í Klaksvíkskappingini. Steypavinnararnir frá 2016 og 2017, KÍ og NSÍ, møtast leygardagin kl. 15:30.

Samanumtikið kann ikki sigast annað enn, at hóast Fiskivinnutingið ikki verður á hesum sinni, so er ein sovorðin ørgrynna av øðrum tiltøkum á Torradøgunum 2018, at ongum nýtist at keða seg hesa vikuna.

Vælkomin á Torradagar!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur