Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gutti Winther saman við Poul Andrias Ziska, høvuðskokki á Koks.

Michelinstjørnur handaðar í dag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.02.2018 - 15:46 Tíðindi Vinna

Michelinstjørnur verða handaðar í Keypmahavn í dag. Ráðhúsið er karmur um snotuliga tiltakið. Norðlýsið ger samrøður og vit spyrja m.a um hvat skal til, at fáa eina Michelinmatstovu í Klaksvík og Norðoyggjum.

Tríggjar Michelinstjørnur verður mett at vera tann størsti heiðurin, sum tað er møguligt fyri eina matstovu at fáa. Men bara tað at fáa eina av hesum stjørnum, setir sera høg krøv til gastronomisku og kulinarisku upplivingina. Norðlýsið og føroyski stjørnukokkurin Gutti Winther eru umboðað til handanina av Michelin-stjørnum í Keypmannahavn

Dømt verður út frá fimm ymiskum metingareyðkennum. Fyrst verður hugt at góðskuni á rávørunum, ið nýttar verða í matgerðini. Síðani verður mett út frá borðreiðingini og smakkinum. Sum tað triðja verður hugt at evnunum hjá kokkinum at finna sítt egna, sermerkta eyðkenni fyri júst sín mat, tað vil siga hvussu væl kokkurin hevur sett síni fingramerki – í fluttari merking, sjálvandi – á matin. Til endans verður hugt at, hvussu væl kostnaðurin samsvarar við góðskuna. Og hartil er eitt krav, at gesturin skal fáa somu uppliving, óansæð hvat klokkan er. Ein michelinmatstova skal hava somu tænastu og góðsku allar tímarnar, hon er opin.

Upprunin til hesa próvdøming av matstovum var dekkframleiðarin André Michelin, sum byrjaði at geva stjørnur til bilverkstøð í ár 1900. Í 1930 bleiv skipanin tann, vit kenna í dag, við upp til trimum stjørnum til matstovur. Vanliga verður sagt, at:

✽ Ein einstøk stjørna merkir heilt einfalt ein heilt góð matstova.

✽✽ Tvær stjørnur merkja, at matstovan er verd at fara ein umveg eftir.

✽✽✽ Tríggjar stjørnur merkja, at matstovan er verd at gera eina reisu til.

Harumframt verður latin viðurkenningin “Bib Gourmand” til góðar matstovur, sum tó ikki røkka upp á eina stjørnu. Bib er navnið á kenda vinarliga Michelin-manninum úr dekkum.

Í Danmark eru tilsamans 23 matstovur, ið hava Michelinstjørnur, og tað sigur nakað um, hvussu torført tað er at fáa eina tílíka. Bert tríggjar matstovur í øllum kongaríkinum hava fleiri enn ta einu Michelinstjørnuna. Tær eru Geranium, ið hevur tríggjar stjørnur, og A-O-C, ið hevur tvær. Tær báðar liggja í Keypmannahavn. Tann triðja eitur Henne Kirkeby Kro og liggur í vestur-Jútlandi, og hon hevur 2 michelinstjørnur. Hendan seinasta er serliga áhugaverd, tí hon prógvar, at tað ber til at hava gastronomi í heimsflokki uttan at liggja í einum stórum býi ella bara í eini størri búseting.

Í Føroyum hava vit eina matstovu við Michelinstjørnu, og tað er matstovan Koks, ið byrjaði í Tórshavn, flutti í 2016 til Kirkjubøar, og nú húsast frammi við Gjónna í Leynum. Millum samrøðurnar, Norðlýsið fer at hava við kokkin Gutta Winther í hesum sambandi, eru møguleikarnir hjá Norðoyggjum og Klaksvík at gera seg galdandi í Michelinhøpi.

Norðlýsið hevur samrøðu eftir handanina við Poul Andrias Ziska

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…