Lýsing
Lýsing

BILLY GRAHAM DEYÐUR - ein Gospel-Rødd er tagnað

SKRIVAÐ: Poul Jóhan Djurhuus  |  21.02.2018 - 21:22 Lesarabrøv Mentan

Um middagsleitið í dag, 21. februar, bórust tíðindini, at heimskendi Evangelisturin Billy Graham er deyður.  Billy Graham var 99 ára gamal nú hann andaðist í heimi sínum í Montreat í North Carolina. 

William Franklin Graham, vanliga róptur Billy Graham, vaks upp á einum bóndagarði við mjólkineytum í býnum Charlotte í North Carolina. Billy hevur mangan skemtiliga nevnt í sínum prædikum, at hann sum smádrongur heima hjá foreldrunum slapp ikki undan at arbeiða, tí hann var noyddur at hjálpa til á garðinum, og skuldi mjólka neytunum áðrenn hann fór í skúla um morgunin. Men sum hann sjálvur hevur sagt tað, at hetta lærdi seg disiplin. Bæði foreldrini vóru trúgvandi fólk, men her var tað serliga mamman, sum við áminning síni royndi at beina Billy inn á Guds leið.

Billy var ein lívsglaður unglingi, sum ynskti at fáa sum mest av stuttleika burtur úr lívinum, og tað at vera prestur ella evangelist, var nakað, sum lá langt frá hansara hugsan.  

KEMUR TIL TRÚGV

Hann kom til trúgv sum 16 ára gamal eftir at hava staði evangellinum ímóti. Men saman við einum vinmanni fór hann á eitt evangeliskt teltmøti. Ætlanin var at gera látur burtur úr talaranum, men Heilagi Andin virkaði so kraftmikið á Billy, at hann gav seg yvir til Harran, tá evangelisturin bjóðaði fram.

Billy gjørdist skjótt greiður yvir, at hann hevði eitt kall at tala evangeliið, og hann byrjaði sum ferðandi evangelist innan Youth For Christ, og tað var rættuliga skjótt, at USA tók Billy til sín, sum ein av Gudi salvaður Evangelistur.

ALLUR HEIMURIN HANSARA SÓKN

Billy Graham hevur ferðast við evangeliinum um allan heim í umleið 70 ár, og saman við honum stóðu heimskendi sangarin George Beverly Shea og kór- og møtileiðarin Cliff Barrows. Hendan trioin stóð óvikiliga saman í evangeliska virkinum, væl vitandi hvussu arbeiðsuppgávurnar lógu teirra millum. Eitt søguligt og fyrimyndarligt samarbeiði. George Beverly Shea gjørdist 104 ára gamal, Cliff Barrows var 93 , tá hann andaðist í 2016, og í dag, Billy Graham, tann seinasti av hesum trimum troyttur og mettur av døgum 99 ára gamal.

Saman hava hesir tríggir nátt hundraðtals milliónir av menniskjum við evangeliinum um frelsu við trúgv á Jesus, bæði ígjøgnum talu, sang og tað skrivaða orði. BBC skrivar á síni heimasíðu í dag, at tað verður mett, at Billy Graham hevur tala persónliga fyri 210 milliónum menniskjum í 185 londum, og hevur nátt hundraðtals milliónum ígjøgnm radio og sjónvarp.

SONURIN Í FØROYUM

Vit høvdu tað gleði í Føroyum at hava vitjan av soni Billy Graham, Franklin Graham, í Føroyum fyri trimum árum síðani, har hann talaði í Høllini á Nabb. Nakrar royndir vóru gjørdar at fáa Billy Graham til Føroyar, men tað eydnaðist ikki.

RØDD TAGNAÐ

Nú er kenda evangeliska røddin tagnað, sum so ótroyttiliga prædikaði eina fría frelsu við trúgv á Jesus Kristus.

Kristiliga Tíðindasendingin ynskir frið yvir minni eftir Billy Graham, og Guds signing yvir tær mongu milliónirnar, sum hava hoyrt evangeliið av munni hansara.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin