Lýsing
Lýsing
Lýsing

Atli: - Vegurin til Norðhavnina stór skomm

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.02.2018 - 13:00 Myndarøð Tíðindi Vinna

Atli Simonsen arbeiðir hjá North Pelagic og koyrir sostatt hvønn dag til skrivstovuna, sum liggur við Norðhavnini.

Á sínum facebook vanga hevur hann tikið nakrar myndir sum vísa elendiga standin sum vegurin er í. Atli skrivar:

- Nú er tað so, at eg koyri frá Eiði til Ánirnar (Norðhavnina) hvønn dag. Tað er umleið 50 km har 49,8 km eru góðir vegir og pent umhvørvi. So komi eg til Grønhólm, kann heilsa og siga at einki er grønt og idylliskt, sjálvt um navnið leggur upp til tað. Holir í vegnum so stórar sum bilar, gamalt jarn flýtur allastaðni, útasaðar bingjur osfr.. Eg havi koyrt norð her nú í 7 ár og tað stendur við og versnar. Stór skomm, sigur Atli Simonsen.

Herfyri boðaði borgarstjórin Jógvan Skorheim frá, at tað skuldi gerast vakrari í Klaksvíkar kommunu. Sum myndirnar vísa, so er nakað at fara í gongd við. 

Grønhólmur er fyrsta stað, sum ferðafólk síggja tá tey koma við stóru Cruise-skipunum um summarið. Harumframt er vegateinurin eisini unt teimum at royna. 

Stórt vinnuvirksemi er á Norðhavnini og slíkar umstøður kunnu ikki góðtakast. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund